Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-TB/FCS/Royn

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.10.2018 - 07:02 Ítrottur Tíðindi

KÍ spælir í dag sín síðsta heimadyst hetta kappingarárið.

KÍ liggur í løtuni á 4. plássi, men kann við tveimum sigrum síðstu tvey umførini røkka einum 2. plássi, um B36 missir stig í einum av sínum dystum, har m.a. ein er móti føroyameistarunum HB.

 

Hjá KÍ spælir toppskjúttin og liðskiparin Páll A. Klettskarð sín síðsta dyst fyri KÍ á hesum sinni, nú hann eftir kappingina fer uttanlands. Eisini er stórur møguleiki fyri, at Hørður H. Askham spælir sín síðsta dyst fyri KÍ. Hjalgrím Elttør stendur uttan sáttmála næsta ár, men hann er skaddur, og tí hevur hann møguliga longu spælt sín síðsta heimadyst við KÍ á hesum sinni. Í løtuni er ógreitt, hvar Hjalgím spælir næsta ár. Hjá KÍ vóru Semir Hadzibulic og Deni Pavlovic uttanfyri seinast vegna skaðar. Hesaferð er møguligt, at í øllum førum annar verður tøkur.

Hjá TB/FCS/Royn hava liðskiparin Teitur Olsen og Poul Ingason leikbann. Búi Egilsson er ivasamur vegna skaða.

 

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00 og dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy