Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bragd og Tuneq neyvan í rættin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.10.2018 - 11:55 Myndarøð Tíðindi Vinna

Soleiðis skrivaði Norðlýsið í vikuni, ið fór: Mikudagin 3. oktober restaði lítið í, at manningin á Bragd ikki bar boð í bý. Men sum Norðlýsið skilir, so fær dramatiska hendingin neyvan nakra fylgju fyri grønlendska Trolaran, ið nærum sigldi beint á Bragd og kvetti útróðrarbátin av, var skiparin á Bragd, Oddmar Niclasen ikki árvakin og knappur í vendingini.

Hetta segði Oddmar Niclasen við nordlysid.fo mikudagin 3. oktober:

Bragd nærum niðursigldur á Norðhavinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.10.2018 - 17:00 TÍÐINDI VINNA

Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur, at tað var um reppi, at teir ikki vóru niðursigldir av grønlendska trolaranum Tuneq norðanfyri í dag.

Ímeðan vit liggja og fiska norðanfyri, síggið eg ein trolara ella nótaskip koma út úr Djúpunum. Skipið hevði beina kós á okkum, men eg væntaði sjálvandi at skipið fór at halda av áðrenn tað kom so langt at nakar vandi var á ferð.

Trolarin nærkast okkum

Tá skipið er komið nærri, síggi eg at tað er ein grønlendskur trolari. Trolarin nærskast okkum helst við eini 12 míla ferð, og eg síggi at har hendir einki, trolarin heldur kósina beint á okkum.

Eina løtu visti eg ikki hvat eg skuldi gera, um eg skuldi sigla fram ella ikki, tí fór hesin at broyta kós í síðstu løtu, so visti eg ikki hvønn veg hann fór.

Eg leyp inn á brúnna

Men tað nærkaðist skjótt og eg gjørdi av at leypa frá inn í stýrhúsið og koyrdi fulla ferð á maskinuna. Grønlendski trolarin streyk framvið, bert longdina av Bragd aftanfyri okkum. Eg sá ongan mann á brúnni, og ein av manningini hjá okkum leyp aftur at hyggja tá trolarin streyk fram við okkum, heldur ikki hann sá nakað menniskja ábrúnni. Tá trolarin var farin framvið rópti eg á hann í Whf inum, men har kom onki svar.

Helst var ongin á brúnni

Eg eri sannførdur um, at ongin maður var á brúnni yvirhøvur, tí var nakar har, so ivist eg onga løtu í at onkur teirra hevði hugt út tá vit fóru strúkandi aftur við borðinum hjá honum.

Eg eri bara glaður um, segði ein ovfarin og kløkkur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, at tað ikki var hitt borðið, ið vendið til, tað er uppbygt, so tá hevði eg als ikki sæð trolaran og so bóru vit valla boð í bý.

Eg ringdi umborð á Brimil og boðaði frá, men teir hildu ikki at teir kundu gera nakað.

Brimil gjødi tó nakað

Norðlýsið royndi fyrst á Vørn at vita, hvat fór at henda í hesum málinum. Men hagani varð sagt, at ein slík søk ikki var teirra borð at taka, men at Vørn hevði sent eina frágreiðing til Sjóvinnustýrið.

Mánadagin ringu vit so til Sjóvinnustýri, Hans Jóhanes á Brúgv stjóri segði, at Sjóvinnustýrið arbeiddi við málinum.

Tað er ikki so ofta at slíkt hendir við Føroyar og tí hava vit eisini spurt okkum fyri í Danmark, hvussu man ber seg at í slíkum málum, og harafturat fara vit at senda reiðarínum hjá skipinum skriv, og biðið um eina frágreiðing.

Brimil fekk fatur á Tuneq og hagani fingu teir at vita, at skiparin var á brúnni undir siglingini, men at hann hevði onki sæð.

Hans Johennes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum sigur, at sjálvandi har er onki hent, Tuneq sigldi ongan niður, so tað sær eitt sindur trupult út at skula prógva nakað, men hinvegin, so hava vit AISin og har sæst týðuliga hvussu stýrt hevur verið.

—-

Hetta er ein hending ímillum eitt útlendskt og eitt føroyskt skip, og harafturat sigur skiparin á Tuneq at hann var á brúnni, imeðan Oddmar og manningin á Bragd siga, at teir onki sóu til nakað fólk og fáa seg illa at trúgva, at nakar skal hava verið á brúnni sum onki hevur sæð. Hendingin fer fram í føroyskum sjógvi, so tað má vera okkara lógarinnar armur, ið eigur útspælið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið