Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dansa við deyðans grindir

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.10.2018 - 12:31 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Stórthundrað yrkingar á 100 ára degnum 5. nov. 2018, sigur “Orð og løg”.

Tað gleðir okkum almikið at kunna boða tykkum frá, at yrkingarsavnið Dansa við deyðans grindir eftir Regin Dahl nú er komið út og fæst til keyps í bókabúðunum.

Hetta eru úrvalsyrkingar eftir skaldið úr øllum hansara yrkingarsøvnum, frá tí fyrsta til tað seinasta, stórthundrað yrkingar til samans. Umráðandi hevur verið, at øll høvuðsevnini eru umboðað í úrvalinum.

Umframt yrkingarnar er í bókini ein stuttur tekstur um skaldið, sum Guðrun Gaard hevur skrivað.

Undirskundandi høvi til útgávuna júst nú er, at tann 5. november í ár eru 100 ár liðin, síðani Regin Dahl var føddur.

Regin Dahl var eitt av føroysku stórskøldunum í undanfarnu øld.

Hann var bæði orðaskald og tónaskald.

Orðaskaldið sæst aftur í tónunum, og tónaskaldið speglar sær í orðunum.

Bókin er eitt frálíkt høvi at kunna seg um megintáttin í skaldskapinum og lesa hann samanhangandi í eini og somu bók.

Forlagið Orð og løg var í síni tíð stovnað til at geva út listarlig avrik eftir Regin Dahl í orðum og tónum.

Dansa við deyðans grindir er 185 bls.

Staðið fyri úrvalinum hevur Heðin M. Klein saman við Hanusi Kamban, Guðruni Gaard og Halgiri Winther Poulsen, perma hevur Tóroddur Poulsen evnað til, og Sendistovan havt prentumsitingina um hendi.

Bókin fæst fyri 180 krónur í bókabúðunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…