Lýsing
Lýsing

Fótbóltur er mentan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.10.2018 - 06:00 Ítrottur Leiðarin

Fleiri eru helst ósamd við yvirskriftini, men um ein hugsar um tað, so er tað onki, sum savnar føroyingar so væl sum fótbóltur. Fótbóltur er sosial samvera, samrøðuevni, lið-andi, felagsskapskensla, hugni og undirhald. Og hvat er alt hetta, um ikki mentan?

Nú er bert eitt umfar eftir í kappingarárinum 2018. Fótbóltsviðmerkjarar hava kropp á kroppi sagt, at allur spenningur er farin, tí steypavinnari, føroyameistari, og europaluttakararnir eru funnir, og einans botnstríðið er eftir. Her mugu vit siga okkum vera ósamd. Tí sanniliga er tað eisini spennandi, hvør vinnur silvur, hvør vinnur bronsu og hvør trekkir nittuna, fjórða plássið. Peningaliga er ongin munur, men æran er eftir at spæla um. Og her í Norðoyggjum eru vit sjálvandi spent uppá, um tað verður KÍ ella NSÍ, sum fær plássið. KÍ hevur fingið annaðplássið seinastu tvey árini, og fyri at hetta landskappingarárið ikki skal vera verri enn tey bæði, er neyðugt við sigri leygardagin.

HB hevur sprongt øll mørk og eisini sett met í stigum. Tað ber illa til annað enn at taka hattin av fyri teimum, tí tað er eitt veruligt bragd. Ongin væntaði, eftir at KÍ smurdi HB av í fyrsta umfarið við einum lemjandi 3-0 sigri á teimum reyðsvørtu, at felagið í heila tikið fór at gera seg galdandi í kappingini um europapláss. Men eldra havnarfelagið gjørdi øllum spádómum fyri skommum. Hiðani skal ljóða eitt stórt tillukku til HB.

Silvurmedaljan er uppá spæl í Runavík komandi leygardag kl. 15. Nummar tvey, NSÍ og nummar trý, KÍ hittast tá til eitt silvurbrak. Matematiski møguleikin, at B36 vinnur við 18 málum á Skála, er ov órealistiskur at rokna við, so vit kunnu væl taka fyri givið, at silvurið endar í Runavík ella í Klaksvík. Her hevur NSÍ nógv betri kort á hondini. Við einum stigi meira og 14 málum meira enn KÍ gerst NSÍ silvurvinnari við javnleiki. KÍ kann hinvegin bert brúka ein sigur og onki annað. Tapur KÍ, so eru sannlíkindi fyri at KÍ endar á fjórða plássi, tí B36 spælir á Skála sama dag.

Tað hevur leingi verið sagt um vøllin við Løkin, at hann er gandaður, men 17. mars í ár sigraði KÍ so á NSÍ harúti við teprum 0-1 sigri. Næsti dysturin millum liðini bæði endaði javnur, 1-1. So tað er greitt, at í góðsku er lítil munur á liðunum, so heilt sikkurt fáa vit ein sera spennandi silvurdyst við Løkin. Tað er nokk ikki neyðugt at siga her, hvørjum Norðlýsið heldur við.

3-1-dysturin seinasta sunnudag var samstundis tann seinasti hjá Páll A. Klettskarð, sum eftirhondini er vorðin ein KÍ-legenda. Í síni karrieru skoraði hann 105 mál fyri KÍ í landskappingini og 9 í steypakappingini, og eitt í Europa League og einans risin Kurt Mørkøre kann tekna seg fyri fleiri mál enn Páll A. Klettskarð í KI blusuni. At fylla skógvarnar hjá Pálli verður ikki lætt, men KÍ tykist hava funnið mannin í 23-ára gamla Patrik Johannesen úr Suðuroy, sum skoraði 16 mál í 2017 og hevur spælt tríggjar landsliðsdystir. Hiðani skal ljóða ein tøkk til Páll fyri tíðina og eitt ynski um blíðan byr framyvir í Danmark og Italia, eins og Patrik skal verða boðin hjartaliga vælkomin at vera.

 

Innanduravøll í Leirvík

Tá FSF velur at leggja landskappingina stilla um summarið, so er greitt at kappingin dregur út á heystið. Hetta hevur trupulleikar við sær, tí veðrið darvar nógv tá, og 26. umfar máttu tveir dystir avlýsast fyri veður. Teir vóru teir kanska mest spennandi í kappingini, AB-Skála og 07Vestur-EB/Streymur. Somuleiðis mátti ein annar týdningarmikil dystur fyri sama botnstríð, B68-B71 í 1. deild, eisini avlýsast. Her eru ætlanirnar um innanduravøll í Leirvík sera áhugaverdar. Tá komið er langt út á árið, hevði tað verið gott at kunnað farið inn at spælt. Ikki minst fyri feløg sum B71 og liðini úr Suðuroy, ið koma langvegis frá.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…