Lýsing

Viðlíkahaldsvenjing ikki partur av rehabilitering í Føroyum

SKRIVAÐ: Ann Hovland  |  24.10.2018 - 15:25 Lesarabrøv Politikkur

Ert tú undir 67 ár og hevur tørv á rehabilitering eftir skaða ella sjúku, kanst tú fáa tillutað endurvenjing í avmarkaðari tíð, men ikki viðlíkahaldsvenjing at halda endurvunnað førleikanum uppi. Hetta er sambært kunngerð ikki við í førisku skipanini

Í morgin er almennur fundur í Norðurlandahúsinum, sum Sambandsflokkurin skipar fyri undir heitinum Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum?

Hetta er eitt mál, sum er sera, sera hart tiltrongt at taka upp til umrøðu, við tað, at vit í mun til okkara grannalond eru fullkomiliga afturútsigld, tá ið umræður at veita bólkinum við mistum førleika rehabilitering, um hetta so er orsakað av skaða ella sjúku.

 

Viðlíkahaldsvenjing fall burtur innan Almannaverkið

Áðrenn kommunurnar yvirtóku eldraøkið, var øll rehabilitering veitt frá Almannaverkinum. Tá var í ein ávísan mun veitt bæði endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, soleiðis, at patienturin ikki misti endurvunnað førleikan. T.d. førdi eitt samstarv millum Heilafelagið, Giktafelagið, Lions Club Eysturoy, vinnuvirkir og kommunur í Eysturoynni, Eysturoyar Røktar- og Ellisheim og Almannaverkið til stovnan av einum rehabiliteringsdepli á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, har bæði fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing bleiv veitt.

Men, meðan kommunurnar hildu fram við at veita hesar tænastur, tá ið eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar at umsita, fall bæði fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjingin burtur fyri aldursbólkin undir 67 ár. Í kunngerð frá mars í fjør stendur enntá beinleiðis, at ”kunngerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing ” (§1,stk. 4).

 

Nýggj lóg skal rætta upp á hesar manglar

Men ljós er tó fyri endan á langa, krókuta tunnlinum, við tað, at viðlíkahaldsvenjing er nevnd í lógaruppskoti, sum landsstýrið arbeiðir við. Men tó er tað ikki til at skilja, hví viðlíkahaldsvenjingin ikki skal koma í gildi samstundis sum restin av hesi sokallaðu ”Vælferðarlóg”, men skal bíðja eitt heilt ár.

Sum sjúkrasystir á apoplexi/neurologideildini á Landssjúkrahúsinum í nærum 30 ár, havi eg fylgt hesum fólkum og veit tí, hvussu alneyðugt tað er við viðlíkahaldsvenjing. Viðlíkahaldsvenjingin er fortreytin fyri einari væleydnaðari endurvenjing.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnufundur í Spania­stovu og Beinta á Bó…
Team Klaksvík fylgdi við VÍF í 40 minutt…
Styrkir og veikleikar hjá norska KÍ miðv…
75 ára føðingardagur
Skúli og skúla­stjóri í 30 ár
Gongd á Fjørðuvegin í Runavík
Pápin til horvna mannin takkar føroyingu…
Javnaðarkvinnur á bindiklubbarundferð
Sera stór undirtøka til Royal Run í Klak…
Áheitan á forkvinnuna í fíggjar­nevndini
Útróðrarbátar­nir vestanfyri í nátt
Hagafundur fyri Úti í Líð á Viðareiði
Uppskot um at yvirtaka lands­læknaembætið…
Vælumtókta útbúgvingin ÚSSM19 byrjar í j…
Klaksvíkar Sjónleikara­felag leitar eftir…
Skrið seinnapartin
Spennandi vinnufundur í Spania­stovu
Krúnprinsu­rin á Norð­oyastevnu
Flaggsigling 2019
Eru í ferð við at venda avlopið til hall