Lýsing

Dagur kom aftan á níðingsdáð - hugleiðingar uppi yvir einari tjóðarhetju

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  25.10.2018 - 22:59 Lesarabrøv Mentan Tíðindi Vinna

„Nærmasta slekt!“, plagdu tey eldru at taka til.

 

Í Skálavíkar Saga sigur Kristian Osvald Viderø soleiðis frá: “Í Heimaradali tænti Nólsoyar-Dánjal. Hann gekk í Miðkirkjugerð at fríggja til Katrina, dóttur Jóhanesar; men brøður hennar virdu hann einkis og vildu ikki, at hann skuldi fáa hana. Ein sunnudag Dánjal kom niðan hagar, sat Jóhanes og las lestur. Tess á millum havdi Dánjal ýtt sær til Katrinar og fingið hana upp á knæ síni. Tá hljóp Melkjor, bróðir Katrinar, á Dánjal, og vóru tá miklar syftingar í roykstovuni. – Tað var tá, sum siður var, at maður, sum vildi ganga at eiga gentu, skuldi fyrst sýna styrki sína og gera eitthvat bragd. – Gamli Jóhanes smeyg sær í stovuna með Brockmanni, men tegar hann hoyrdi mikið óhljóð úr roykstovuni, gloppaði hann hurðina og sá tá Dánjal liggja víðopnan uppi í grúgvuni og grúgvusteinarnar bólta út á gólv. – Men Dánjal fekk Katrina. - -“.

 

Tey gingu saman í hjúnalag og gjørdust foreldur at eitt nú Jóhan í Garði, í Nólsoy, úrmælinginum í bátasmíði, - hann sum knógvaði nærum túsund bátum úr sínum lógvum. Hann var oldurabbi mín. Mamma hansara var úr Kirkjugerði í Skálavík, og pápi hansara var Dánial Johannesen í Garði. Dánial var sonur Johannes Joensen í Garði, ið var annar sonur Skála Jógvans. Hin frumborni var Páll, faðir at Nólsoyar Pálli. Harvið vóru Nólsoyar Páll og Dánial, faðir at Jóhan, oldurabbanum, systkinabørn. Í einum meiri pedagogiskum tíðarhvarvi ber til at siga, at langabbi ommu mína á Langanesi á Glyvrum og Nólsoyar Páll vóru systkinabørn. Jóhan, bátasmiðurin, var eitt nú faðir at langabba mínum Poul Nikláa Danielsen, sum las hægstu siglingarfrøði í Bogø fyri 136 árum síðani. Hann var útgerðarmaður, skipari, hevði egnan skiparaskúla og hann smíðaði eisini bátar, eitt nú kappróðrarbátin „Greivin“ av Signabø. Jóhan var eisini pápi at fyrru konu Mortan í Hvannasundi, sum føddi og kálvføddi teir víðagitnu togaraskipararnar, sum samfelt gingu undir heitinum: Hvannasundsbrøðurnir. Harðmælt og hittinorðað skuldi slagið vera, segði Viderø.

 

Hegnið til bátasmíð, sum mær onki untist av, kemur av Skála. Á vestara armi fjarðarinnar. Páll Poulsen, Skála Páll, føddur umleið 1660 og deyður umleið 1724, var ein tann kendasti bátasmiðurin í Føroyum í seinru helvt av 17. øld. Sonur hansara, Jógvan, føddur í 1698, giftist við Sunnevu í Garði í Nólsoy. Hesi bæði eru ættfedrar hjá Nólsoyar Pálli og mær og mongum øðrum føroyingum. Jógvan var eisini bátasmiður. Allir synir hansara, tríggir í tali, vóru bátasmiðir, og tað arvaðist fram ígjøgnum slektina.

 

Nú venda vit aftur til Viderø eina løtu. Í Saga Nólsoyar sigur hann: „Húsið í Garði gjørdist navnfrægt av tí, at har byrjar í Nólsoy saga Nólsoyar Pálls. Hagar kom Jógvan av Skála, abbi hans. Gamli Jóhan í Garði sagdi, at Nólsoyingar vildu ikki hava Jógvan at seta búgv í Nólsoy, tó at hann var bóndasonur. Vera má, at hann havi ikki verið mikil fyrir sær og ikki frekur til innløgu, sum var tað, ið maðurin varð virdur eftir. Eingin vildi sleppa honum í bát sín til útróðrar. Hann hleyt tá sjálvur at smíða sær bát, fekk tveir ungar sveinar við sær og fór til útróðrar. Tað bar svá á, at allir bátarnir komu aftur av havinum í senn, og tá varð kapprógvið; men tá sóu teir, at báturin hjá Jógvani í Garði var betri enn hinir. Helst hevur hann verið lættari og smidligari. Teir hlutu tá at viðurkenna hann og lærdu av honum at byggja bátar.“

 

Hetta er umhvørvið, har sum Nólsoyar Páll veksur upp. Á eini lítlari oyggj í Norðuratlantshavinum, har akurbrúk og útróður eru grundarlagið undir húsarhaldunum og samfelagnum. Sært tú havið fyri tær frá morgni til myrkurs, í allar ættir, so umgongst ikki, at tað dregur í sál og kropp, ikki minst longsulin eftir at vita, hvat ið kann og man finnast hinumegin havsbrúnna. Men samfelagsstrukturarnir høvdu leingi ligið sum ein dýna yvir Føroyum, feudalurin, – í øldir – og ongin motivatión, rembing ella framsókn á broytingarleið, slapp ígjøgnum útlendska valdið og pansaramúrin kring um útlendska einahandlin. Brádliga opnast eitt gap, so segði Voltaire, við smuglarahandlinum hjá Ryberg. Eitt intermezzo sum gevur einum ungum himmalstormara, sum Nólsoyar Pálli, loftrák undir veingirnar. Brádliga gerst Havnin ein maritimur metropolur, har skip tíðum koma og fara í smuglaraørindum - uttan úr heimi umvegis høvuðsstað okkara til bretsku oyggjarnar.

 

Ein ungur, vitbjartur, avkláraður, hugsjónarfongdur og treiskur nólsoyingur tók kjansin. Hann hevur við sínum klára høvdi miðað seg inn á orsøkina til fátækradømi hjá vanliga fólkinum í landinum. Vantandi frælsi! Ikki minst í handilsviðurskiftum landsins. Tað ber ikki til at seta hetta inn í ein politiskan kontekst, als ikki ein partapolitiskan, hetta snýr seg meiri um frælsi sum filosofiskt fyribrigdi, har menniskjað sleppur at menna seg, uttan stútt og støðugt at stúta skallan uppundir ein skeivan struktuellan bjálka, táið skilagóð átøk fram á leið verða roynd. Páll fær kjans við einum skipi, helst í 1787, sum liggur á Havnini, og eftir tað fer hann víða. 22 ára gamal tekur hann stýrimansprógv á Keypmannahavnar Navigatiónsskúla hin 8. november 1788, hægsta nautiska útbúgvingin sum tá var til, og eftir tað siglir hann fyri tað mesta sum stýrimaður og skipari uppá Ameriku, Vesturindiu, tað mesta av Europu og eisini er hann farin um Narvasund, - tí einaferð skal hann hava verið í Marseille. Í stýrimanspróvnum stendur, at Poul Poulsen Nolsøe dugdi at sigla eftir sól og stjørnum, rokna breiddina og seta hana út í kortið. Hann dugdi at peila sól og stjørnur til tess at finna misvísningin á kumpassini og rætta kósina. Hann hevði lært at nýta ymisk sjókort, og hann dugdi at máta upp teinar í kortinum. Hann lærdi at føra rætta skipsdagbók, og hann dugdi at seta kósina, hagar hann ætlaði sær, ið tikið verður til. Við hesum seinasta skal skiljast, at hann dugdi at leggja upp fyri streym og avdrift, so hann kom fram sum ætlað. Skoðsmálið um hann eftir próvtøkuna var: „Forstod alt.“

 

Alt bendir á, at maðurin hevur verið rættiliga kompleksur, samansettur, sum kann væntast av vitbjartum og kurlandi manni. Hann er í broddi fylkingar á fleiri mótum, og alt bendir á, at kálvføðingin í Nólsoy hevur verið dygg. Skúlagongd var ongin, men okkurt hava hann og handilsforvaltarin, beiggin, hin gitni Jákup Nolsøe, havt við sær heiman, so mikið sum teir løgdu fyri og komu sær fram á ymsum mótum. Páll var siglingarmaður og skald og hartil hevur hann verið revolutionerur í mun til støðuna í samfelagnum. Ein foraktari av status quo. Hann ynskti at stríðast fyri at veita sínum landsmonnum frælsi, í minsta lagi handilsfrælsi, og í eini niðurkókaðari og fastlæstari koloni gerst tað ikki uttan svørðslag. M.a. skriva donsku embætismenninir um hann: „Han bærer præg af det eventyrlige, men har i mange henseender ogsaa anstrøg af et uroligt hoveds handlemaade.“

 

Hans Jacob Debes, professari, sáli, metir, at Nólsoyar Páll hevur verið ein óvanligur maður, bæði hjá fremmandum og føroyingum. Hann leggur afturat, at týðiligt er, at maðurin hevur ferðast í øðrum umhvørvi enn Føroyum í einahandilstíðini. Framskygni og áræði og so listargávur vóru lyndiseyðkenni Nólsoyar Páls. Bara tað, at bróta seg út úr einum niðurpíndum landbúnaðar- og útróðrarsamfelag, við útlendskum monopolhandli, fyri áleið hálvt triðja hundrað árum síðani, hevur ikki verið hvørsmansføri og valla ein tanki sum nógvir ungir føroyingar gingu við - og sum uppaftur færri framdu í verki. Havið dróg hann og tók hann umsíðir. Onkur heldur kanska, at maðurin hevur verið eitt slag av fantasti, ein slíkur, sum hvørki skeitir til vinstru ella høgru í stormanini fram á leið. Soleiðis tykist ikki at hava verið. Gløgt diplomati og mentalt yvirskot lata dyr upp ymsastaðni, sum høvdu kenst endaliga skalkaðar fyri øðrum, serliga bygdardreingjum úr Føroyum, sum í samtíðini neyvan høvdu havt treystið í sær at ganga á dyr hjá kongi og øðrum notabilitetum tá í tíðini, tíansheldur á okkara døgum. Páll var sjálvandi bara eitt vanligt menniskja, við teimum lýtum tað hevur við sær, men hann hevur eftir øllum at døma verið ein primus inter paris – fremstur millum javnlíkar. Harumframt hevur hann havt eina sjón – víðsjón – fyri ikki at siga eina hugsjón, um hvussu móðurland hansara kundi verða skipað øðrvísi og á frælsari lunnum, serliga á handilsøkinum við umheimin, enn frammanundan.

 

Maður, sum stingur høvdið uppum samfelagslúnningina í Føroyum, fær viðhaldsmenn og í størri mun mótstøðumenn. Soleiðis varð eisini hjá Pálli. Hansara ætlanir vóru órógvandi fyri samtíðarinnar samfelagsskipan, og valdið, ið sat tungt oman á henni. Tað kom kanska ikki so nógv burturúr ítøkiliga, men hann blásti nýggja vón inn í føroyskan hugburð og hugsan, ígerðartíðin er drúgv í føroyskum samfelagsmálum, og úrslitini komu seinri, táið hann var látin á sjónum.

 

Nólsoyar Páll hevur allar ingrediensirnar sum ein mýta skal hava. Eisini tí gjørdist hann tjóðarhetja. Hann doyr ungur. Doyr fyri eina samfelagssak. Er vitbjartur. Literatur. Entreprenørur. Heimsborgari. At hann ongan vanda óttast, og doyr í vandanum, ger hann til ta ultimativu hetjuni – mýtuna. Og hvørki goturknøttar ella riflukúlur megna at taka lívið av einari mýtu. Hon fær ymisk skoðsmál, ella tvey kanska, svørt ella hvít. Tað eru tey sum ikki torga mýtuna, og so tey sum kanska hava lyndið til at kína gloriuni í meira lagi. Við tíðina – sum frálíður - breiðkast tann gjógvin. Men tað kann vera gott og eggjandi at hava fyrimyndir, um tær hava uppiborið tað, at fylgt verður eltandi í fótasporum og kjalarslóð teirra. Ein slíkur er skyldmaðurin Nólsoyar Páll.

 

Okkara ættarlið, nógvir dreingir, undir øllum umstøðum, hava havt hesa somu dragandi sjúkuna, at sleppa til skips, og vaks man upp í einari bygd, har sum nógvir skiparar búðu, ella onkur skipari var í slektini, so fekk man eisini skiparasjúkuna. Tað hendi mær. Kanska er Nólsoyar Páll orsøkin. Langabbi mín, Poul Niklái Danielsen, við Ryggjagarð, sum nólsoyingar róptu hann, hann var sonur Jóhan í Garði og pápi at ommu míni á Langanesi, var fjórða lið eftir Skála Jógvan, meðan Nólsoyar Páll er í øðrum liði eftir Skála Jógvan. Poul Niklái var føddur í 1859 og longu 23 ára gamal fer hann í 1882 til Danmarkar at fáa sær hægstu nautisku útbúgving á Bogø Navigationsskole. Hann hevði ongantíð gingið í skúla. Hóast hetta var hann frammanundan hesum bestimaður hjá Niklasi Haraldsen, ið átti og førdi sluppina Sprite. Í 1882 vóru teir til fiskiskap undir Íslandi, og brádliga doyr skiparin – Niklas Haraldsen. Teir fóru inn í Íslandi og fiskaðu síðani uppí skipið, men tá var íslendski navigatørurin Matthías Þórðarson mynstraður sum flaggskipari, og hann kom heim við skipinum. Hann hevði lisið á Bogø, og ivaleyst hava teir báðir langabbin spjallað somikið saman á heimferðini, at hesin ungi nólsoyingurin tók avgerandi stigið, at fara av landinum í lestrarørindum. Sjálvur hevur hann skrivað:

 

„Í 1882 fór eg til Danmarkar at royna at taka stýrimansprógv. Men tað var ikki sum at siga tað. Eg hevði ongan skúla – ikki verið um skúlagátt. Heima lærdu vit bíbliusøgu og at lesa danskt, men at skriva og rokna vóru vit sør. Men avgerðin var tikin, og roynast skuldi. Eg fór so niður til Keypmannahavnar við eini slupp og haðani til Bogø. Har var sjómansskúli, sum var høgt í metum. Tveir teir fyrstu mánaðirnir vóru strævnir, men so fór at lætna, og seinna helvtin av skúlatíðini gjørdist mær satt at siga frálík – ein tann besta tíðin eg havi havt í lívinum. Eg kom á skúlan beint fyri jól í 1882 og fekk prógv í august 1883.“

 

Hann átti og førdi seinri Delphinina og hevði sjómansskúla á Glyvrum ella í Heiðunum. Glyvramaðurin Hans Djurholm, vælkendur sjómansskúlalærari í egnum sethúsum í heimbygdini, var ein av næmingum hansara. Hans tók seinri stýrimansprógv í Danmørk. Soleiðis arvaðist hesin maritimi rákin til synir, abbasynir, langabbasynir og oldurabbasynir. DNA-strongurin er magnfullur, men hin sosiali arvurin man eiga sín massiva part av longslinum eftir verki á havinum, táið onki ættarlið er sloppið snikkaleyst undan hesi tráan.

 

Eitt margháttligt fyribrigdi í Føroyum er, at so nógvir føroyingar eru uppkallaðir eftir franska keisaranum Napoléon. Veit ikki um, at hetta kemur fyri aðrar staðir, yvirhøvur. Nólsoyar Páll var sera hugtikin av keisaranum. Sambært Hans Marius Debes hevði hann sett sær fyri, at fekk hann ein son, skuldi hann eita Napoléon. Tað bleiv ein dóttir, og hann ætlaði at hon tí skuldi eita Napolonia. Hetta helt prestur ikki hóska og doypti gentuna Apolonia. Táið hetta nú ikki bar til, heitti hann á bróðurin, Jákup Nolsøe, um at kalla son sín upp eftir keisaranum ístaðin. Tað gjørdi hann í vinavold og samsvarandi hesum fingu føroyingar amtslæknan Napoléon Nolsøe. Hildið verður, at hann er fyrsti føroyingur uppkallaður eftir franska leiðtogaranum. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at ætlanin var, at eg sjálvur skuldi kallast upp eftir abba mínum og Napoléon keisara. Foreldur míni stukku í januar mánaði 1956 inn á gólvið hjá sóknarprestinum í Marstal, H. N. Krarup-Hansen, og løgdu ørindini fram fyri hann. Hesin lítli í lyftuni skuldi eita Napoléon Jacobsen. Tað bar nú ikki til, hetta var ikki eitt fólkanavn í Danmørk, heldur eitt djóranavn, og táið gamalt var, ikki at fara av oyggj við óskírdum barni, endaði tað við, at eg varð uppkallaður eftir fyrsta skeggjanum, sum er nevndur  í Føroyingasøgu. Tórbirni. Faðir at Tróndi í Gøtu. Mamma hevði vunnið ein lítlan sigur, óætlað, av tekniskum forðingum í fremmandum landi. Hetta hóvaði ikki abba mínum, gamla skiparanum, Napoléon á Glyvrum, sum sambært vælvitandi keldum, tørnaði kring um húsini í einar tríggjar sólarringar, í øðini um, at sonurin ikki hevði fingið tað í lag, at hann varð uppkallaður. Hann kendi seg sviknan, men tað rann skjótt saman aftur teirra millum.

 

Á søgunnar slóð eru tvey hundrað ár ongin tíð. Eitt lítið blunk á tí stóra ljóshavinum. Hinvegin er ikki so lang tíð gingin, síðan funnið varð fram til, at jørðin er klingruskapað og ikki fløt. Sambært Viderø róstu nólsoyingar norðbúgvunum og monnum Columbusar, at teir ikki bóru ótta fyri at sigla seg útav við endamark jarðarinnar. At teir hava verið skemtandi menn í Nólsoy, eisini tá, sæst, táið presturin úr Skálavík skrivar um oldurabban Jóhan í Garði, at „eingin skuldi fáa seg til at trúgva tí, at jørðin sje klingrut, tí at hvussu skuldi tá grjóthúsið hjá honum staðið enn? Grundin á glerpípuni megi horvi upp eftir, men ikki grundin á grjóthúsi, - men deyðan óttaðist hann ikki, eyðvitað tað, hann, sum alla ta longu ævi sína havdi smíðað bátar, var vorðin kunnur við førina yvir um lívsins hav. Tá ið hann var rekkjulagstur, toygdi hann seg fram um stokkin og sagdi tað undra seg, svá føst ondin sat í honum og slapp ikki leys, - hann var tá troyttur av lívinum.“ Skyldmaður hansara Nólsoyar Páll – teir vóru triði og annar – og sonur hansara, Poul Niklái, høvdu lisið astronomiska navigatión á táverandi hægsta stigi, og hann var maður harímillum, tí man hetta vera skrøna og bygdaskemt, táið tað er alra best í Føroyum.

 

Nólsoyar Páll er enn uppi á døgum og menn kjakast dúgliga um hann og hansara merittir. Politisk og national halgimenni kunnu ikki brúkast til so nógv, men ongin ivi er um, at stríð skyldmansins, fyri víðkaðum frælsi hjá føroyingum, hevur munað og tað í stórum. Hansara sjónir og mikla kveikjan, saman við tjóðskaparrørsluni, bjargaði landinum undan at enda sum fleiri onnur smá oyggjasamfeløg ídag. Í status quo og stagnatión fyri ikki at siga afturgongd. Honum hava vit nógv at takka fyri, og hartil kunnu vit framhaldandi brúka hann sum andaligan vegleiðara og leiðtogara í ókomnum árum.

 

Sjálvur var hann góður yrkjari, og yrkjarar hava yrkt honum hetjukvæði. Jóannes bóndi, Hans Andrias og meginskaldið Janus. Eisini í okkara tíð stingur Nólsoyar Páll høvdið undan litterera sævarmálinum. Kári p. yrkir:

 

Nú bløðini skriva várt land fer um koll,
hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar Páll,
øll klípast og klandrast at tryggja sær sess,
hygg – annarhvør ungi nú føðist við stress.

 

Nú sita vit her - skyldmenn og landsmenn - hansara. Tað frælsisstarv, sum hann byrjaði, er ikki lokið, og kanska er tað ein óendalig søga, men míni subjektivu ráð skulu vera, at nú eigur tjóðin, eitt av heimsins ríkastu londum, at taka seg saman í royndini at standa uppi av sær sjálvum stjórnarrættarliga. Og hvør skal hjálpa okkum annar enn vit sjálvi - við íkøktari framskrúvu í kjalarslóðini hjá Pálli úr Nólsoy?

 

Gott at dagur kom aftan á níðingsdáð.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan
Stórur heiður til okkara áskoðarar
Mjølnir kvinnur­nar á heimavølli
Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrast…
Hví skal Gud signa Føroyar?
Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, stað…
Olympic leikvøllu­rin fær stórar dystir f…
Føroyskur sigur gevur pengarnar sjey fer…
Dómarin hevur fáar royndir
Brandur hevur spælt dystir við KÍ
Løgin tíðindafundur
Hildu Atla vera móðan, kaldan, sjúkan, n…