Lýsing
Nógvar hava góðu og gyltu løturnar verið í blá/hvíta búnanum og gott er at vita at tær bestu framvegis liggja fyri framman.

John Reid Bjartalíð Leikvøllurin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  28.10.2018 - 09:52 Ítrottur Lesarabrøv Tíðindi

Tá fótbóltsárið endar er altíð nógv at eftirmeta hjá leiðslu, venjarum, leikarum, dómarum og ikki minst fjepparum. 

Sjálvur havi eg havt eina kenslu av at vit hava skorða alt ov fá mál í mun til málmøguleikarnar í ár. Serliga hava alt ov nógvir av sokallaðu 100% málmøguleikunum kiksa og tað hevur kosta stig og ávirka liðið meira og meira sum kappingin leið. 

Havi ikki kanna hagtølini, men hetta er kenslan eg ofta havi sitið eftir við tá dystur er lokin á Djúpumýru.

Havi annars hildi at KÍ-liðið stóran part av kappingini í ár hevur sínt munandi betur fótbólts lag enn undanfarin ár - men úrtøkan sveik.

Einastu hyggjuráðini eg veit um at siga er at bíta saman tenn (ikki lurta eftir grenjum og wannabies sum standa ymsastaðni á síðulinjuni kring vøllin) og venja, venja og aftur venda.

Minnist dystir í KÍ málinum, tá man ikki veruliga var “til staðar” og so knappliga fekk ein harðan bolt beint í skortin. Tá bleiv ein riktur úr “iva-heiminum” ella svøvnskuni inn í veruleikan “nú-ið” og ein kendi blóðrúsin á varrunum og var klárur til dyst! Man var “on” sum vit plagdu at siga.

Fyri okkum øll í KÍ kennist fótbóltsárið 2018 eins og “ein bóltur í gronina” í mun til teir forvantningar vit høvdu við ársbyrjan.

Nú kenna vit blóðrús og tí er týdingarmikið at hann verður nýttur rætt – nevniliga sum orka til at menna KÍ á vøllinum.

Fari sjálvandi at ynskja Kaj Leo Holm Johannesen og HB tillukku við meistaraheitinum. Meistaraheitið var fult uppiborið hóast eg helt at HB var sera heppið á Djúpumýru í ár.

 

Broytingar

Nú eftirmetingar verða gjørdar av fótbóltinum havi eg eitt brennandi ynski:

Havi ongantíð dámt navnið Djúpumýra, sum plenin í Klaksvík í dag verður kallað. Tá bláa skýlið verður tikið í brúk eigur býráðið at givið plenuni eitt meira inspererandi navn.

Haldi sjálvur at John Raid Bjartalíð Leikvøllurin ella okkurt líknandi, sum knítur seg at flottu og stoltu fótbóltsøgu felagsins hevði verið meira hóskandi.

Vil bara takka leikarum, venjarum, dómarum og øllum tykkum sum hava brúkt alla tykkara frítíð at menna fagra ungdómin vit eiga í KÍ.

Heilsi við sanginum hjá Dynamit á KÍ kasettu-bandaútgávuni frá 1992. Niclas Heri Jákupsson eigur orð og lag og "Shaky" syngur: 

 

….Vit hittast við vøllin....

 

Tað er sunnudagur og øll hava frí

fótbóltsdystur er og klokkan hon er trý

vit fara niðan á vøllin, øll eru glað

vóna at KÍ vinnur í dag

 

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð

tá standa øll saman og rópa á KÍ

 

Eg finni mær eitt pláss so eg kann fylgja við

rópi og skráli á KÍ mítt lið og meðan sólin skínur

á okkar’ vakra bý rópa øll í felag

koyrið á KÍ

 

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð

tá standa øll saman og rópa á KÍ

 

Hygga síggj nú fekk KÍ aftur eitt mál

tað gleðir mítt hjarta og mína sál

tað gott er at síggja at øll eru glað

nú vóna vit at vinna hetta fleiri ferð á rað

 

í trýssjunum vóru KÍ altíð best

og vit hava vunnið FM heiti flest

gott er at vita at ungir taka við

sum stríðast sum úlvar fyri síni lið

 

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð

tá standa øll saman og rópa á KÍ

 

Dómarin bríkslar, dystur lokin er

mannahópur stórur inn á vøllin fer

at heiðra okkar’ unga, góða lið

sum enn einaferð hevur fingið tvinni stig

 

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð

tá standa øll saman og rópa á KÍ

Takk fyri í ár

Koyr á KÍ!

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan
Stórur heiður til okkara áskoðarar
Mjølnir kvinnur­nar á heimavølli
Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrast…
Hví skal Gud signa Føroyar?
Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, stað…
Olympic leikvøllu­rin fær stórar dystir f…
Føroyskur sigur gevur pengarnar sjey fer…
Dómarin hevur fáar royndir
Brandur hevur spælt dystir við KÍ
Løgin tíðindafundur
Hildu Atla vera móðan, kaldan, sjúkan, n…