Lýsing
Lýsing
Stangavegurin verður asfalteraður í hesum døgum | Mynd: Klaksvíkar kommuna

Gevið kommununum lut í vegskattinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.10.2018 - 22:15 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Hví er innkomuvegurin til Tórshavnar kommunu í serstøðu?. Eigur landið ikki at rinda fyri eitt nú asfaltering av stangavegnum, sum slítist av allari ferðsluni, ið skal til norðara partin av Norðoyggjum.

Klaksvíkar Kommuna skal fult og heilt fíggja m.a. Stangavegin, har øll tann tunga (og tann lætta) ferðslan frá Kósini, økinum norðan fyri Fjall, Ánunum, Strond og Kunoynni koyrir eftir. Norðari parturin av Norðoyggjum hýsir nevniliga fleiri vinnulívsøkjum. Í dag setast mong aftur, tí tey hætta sær ikki Norður um Fjall, men tá góðir tunlar koma har, verður ferðslan bert uppaftur størri. Og alt skal ígjøgnum Klaksvík. 

Tórshavnar Býráð er ikki í iva – Landskassin skal bera sín part av innkomuvegnum frá Eysturoyartunlinum og til Havnar. Hóast júst Tórshavnar Havn fær sera stórar inntøkur burturúr, at so gott sum allur inn- og útflutningur skal um kaikantin í Tórshavn, so verður sýnt rímiliga stórt forstáilsi fyri, at Landskassin kortini skal rinda fyri innkomuvegin til Havnar. Men hvat við øllum øðrum innkomuvegum til aðrar kommunur.

 

Leisturin er longu til

Gjørligt er at brúka sama leist sum viðvíkjandi partafelagsskattinum, har Landskassin fær 70% og kommunurnar 30%. Tað er rættvíst, at landið fær bróðurpartin her, tí tað er landið, ið heldur tunlar, byrgingar, brýr og longru vegastrekkini. Samstundis hevði tað lætt munandi um hjá kommununum, um 30% av vegskattinum, skrásetingargjøldum v.m. kom inn. Vit hava roknað eitt sindur uppá tað.

 

Fíggingin er longu tøk

Í 2016 varð ein uppgerð gjørd, sum vísti, at Landskassin fær 107 milliónir í vegskatti, 145 milliónir í skrásetingargjaldi og 108 milliónir í MVG og øðrum avgjøldum á bensin og diesel. Samanlagt 360 milliónir koma inn í Landskassan frá teimum, sum eiga bil. Av hesum brúkar Landskassin bert ein part. Landsverk fekk sama árið (2016) 76,2 mió. til nýggjar vegir og 42,8 mió. til viðlíkahald, tilsamans 119 milliónir. Taka vit játtanina fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd við, eisini fyri 2016, lenda vit á 120 milliónum, júst einum triðingi av innkravda peninginum.

Við at brúka partafelagsleistin merkir hetta, at 70% av 360 milliónum = 252 milliónir fella í Landskassan. Restin, 30% svarandi til 108 milliónir, skuldu so fallið til kommunurnar. Her er vert at leggja til merkis, at Landskassin ikki nýtist at skerja virksemið hjá Landsverki, Ráðnum fyri Ferðslutrygd ella Akstovuni við einari krónu, hóast kommunurnar framyvir skulu hava 108 mió. Tí inntøkurnar eru framvegis meira enn tað dupulta av rakstrarkostnaðinum; Landskassin fær ávikavist 252 milliónir í inntøku frá vegakervinum og hevur somu 120 milliónir í útreiðslum til vegakervið.

Við øðrum orðum: Her verður ikki tikið frá nøkrum øðrum, men einans av yvirskotinum.

 

Ein samhaldsfastari skipan

Ein tílík skipan hevði vigað upp ímóti tí skeivleika, at Tórshavnar Havn fær alla inntøkuna av havnargjøldum, tá tað kemur til inn- og útflutning. Bilarnir skulu nýta nógv brennievni, ið teir gjalda høgt avgjald av, fyri at koma til Havnar. Og vegirnir á veg til Havnar slítast allir; kommunalu vegirnir líka nógv sum landsvegirnir. Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at tá nú borgarstjórin í Havn við at seta seg tvøra ímóti kommunalari útjavning sigur kortanei til at geva øðrum lut í framgongdini hjá høvuðsstaðnum, at Landskassin útjavnar vegskattin í staðin.

Tað kann so ikki skaða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…