Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj bók frá forlagnum “Leirkerinum”

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.11.2018 - 17:10 Mentan Tíðindaskriv

Forlagið “Leirkerið” í Gøtu hevur júst givið út bókina “Maria”. Hon er ein bíbilsk skaldsøga um Mariu, sum er ein av teimum fimm kvinnunum í ættartali Jesusar. Maria var móðir Jesusar. Bókin er skrivað út frá søguni um Mariu, sum vit lesa hana í Nýggja Testamenti.    

Á baksíðuni á bókini stendur:

Maria var ein heilt vanlig ung kvinna, tá ið eingilin kom til hennara og boðaði frá, at Gud hevði valt hana til eina serstaka uppgávu: Hon skuldi verða við barn og eiga hin lovaða Messias. Men Maria hevði ongantíð verið saman við nøkrum manni, so hon kundi ómøguliga vera við barn. Antin var talan um svikaráð ella um undurverk.  

Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon hevur skrivað nógvar skaldsøgur – bæði bíbilskar og aðrar,  m.a. um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar. Tær eru umframt Mariu: Tamar, Rahab, Rutt og Batseba. Allar fimm bøkurnar fáast nú á føroyskum. Tamar kom út í 2013, Rahab í 2014, Rutt í 2015 og Batseba í 2016.    

Páll á Lakjuni hevur týtt bøkurnar til føroyskt. Allar fimm bøkurnar eru at fáa í bókabúðunum kring landið.  

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB