Lýsing
Lýsing

Dansiveturin byrjaður

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.11.2018 - 09:28 Mentan Tíðindaskriv

 Klaksvíkar Dansifelag er farið undir dansiveturin. Dansað verður hvørt sunnukvøld kl. 20.30.

Dansað verður í Skálanum, sum er hús felagsins. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ikki er neyðugt at halda seg aftur, um ein kanska ivast í, um ein dugir nóg nógv kvæðir. Tað er skjótt at koma á lagið.

Dansað verður til 3. mars, tá ið føstan byrjar. Skrá er gjørd til hvørt kvøldið. Umframt vanligu dansikvøldini eru onnur tiltøk eisini á skránni. Nevnast kann, at felagið 24.novembur er boðið í føðingardagsveitslu hjá dansifelagnum Tøkum Lætt.

Í februar er felagið bjóðað til Sumbiar at dansa saman við Sumbiar Dansifelag. Annars eru dansiútferðir, ársveitsla, rivjakvøld o.a fastur partur av vetrarskránni. Í mai verður Landsdansistevna, har øll dansifeløgini í Føroyum møtast.

Klaksvíkar Dansifelag er virkið innan Barnadans. Børnini dansað sunnukvøld frá kl. 19.30 til 20.30 í Skálanum. Umframt vanligu dansikvøldini eru útferðir, jólahald, tunnusláttur og árliga barnadansistevnan á skránni.

Í 2019 er Klaksvíkar Dansifelag vertur fyri barnadansistevnuni, ið verður 27. apríl. Øll eru vælkomin í barnadans. Best er tó, um børn undir skúlaaldur hava onkran vaksnan við sær.

Við dansikvøðu og vón um ein góðan og gevandi dansivetur. Klaksvíkar Dansifelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin