Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugnaløta í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  03.11.2018 - 17:29 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár, 2.novembur kl. 15.00 varð boðið til hugnaløta í kirkjukjallaranum, sum vanligt er fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði.

Hesaferð var tað Signar á Brúnni, sum hugleiddi um "Framburð og vanda í vælferðini".

Signar tók í tíðina, hann var skúlastjóri í Klaksvík, sum skuldi vera nakrar mánaðar, men endaði við at vera í fleiri ár. Hetta var ein góð tíð og hevði hann nóg gott at bera klaksvíkingum og tíðini her.

Signar nam í hesum viðfangi við skúlan, sum nú er uppi í tíðini og at næmingarnir í kanska í so stóran mun skulu undirhaldast. Tí soleiðis er at kalla øll teirra tíð – undirhald við alkyns teldumiðlum, fartelefonum, spølum og tónleiki, og at røjka eitt “týdningarmikið” sosial-net á hesum somu miðlum, er teirra alt ov stórur lutur.

Samstundis byggja tit ein ovurhonds stóran skúla í Klaksvík – stórsta einstaka verkætlan hjá kommununi – sama verður gjørt í Hvannasundi, Fuglafirði, Tórshavn og aðrastaðni við. Jú, helst er tað skilagott, men spennandi verður at fylgja við, hvussu nógv hesir skúla tilføra og fáa næmingarnar at hugsavna seg um uppgávurnar og lærdómin annars!

Signar hugleiddi nógv um tíðina i Fuglafirði, har hann vaks upp og slapp sum lítil smádrongur uppí ymsu arbeiðini á fiskahúsunum. Altíð vórðu óvitarnir tiknir við og sluppu uppí part. Ongastaðni stóð børn og óviðkomandi onga atgongd!

Hann nevndi stóru reiðararnar gamla Sámal Petur, Kristian Haraldsen, Pidda, Dora og allar teir, ið høvdu stóran ávirkan á, at eitt blómandi vinnulív tók seg upp í Fuglafirði. Og eisini tað at fólkið í bygdini og grannalagnum bakkaði hesar menn væl upp. Kring hesar menn spratt nógv lív og nógvur handil – og tær vørur, sum ikki fingust í teirra handlum, vóru ikki til.

Her var eitt blómandi lív og serliga minnist henna eina eldri konu, sum var so góð við hann og altíð hevði hann afturat sær at hjálpa til í fiskaarbeiðnum, Lisabeth á Lakjuni, mamma Jákup Oluf, Jóhannus, Judmund og tey. Hon misti mannin sum ung, og Signar misti mammu sína ungur, so tað rann saman eitt gott vinarlag teirra millum og mintist hann hesa megnar kvinnu, sum var so góð og hjálpsom við hann við virðing.

Tíðirnar tá minnist Signar sum góðar í sínum uppvøkstri, tó at tað komu bakkkøst, og ikki alt legnaðist, sum ein ynskti. Signar hugleiddi nakað um ikki altíð at fáa tað ein ynskir – onkuntíð at fáa eitt nei. Við hesum nei´i frá teimum vaksnu lá oftast ein vísdómur, sum tú ikki skilti, tá nei´i fyrilá, men seinni.

Fyri árum síðani, søgdu fleiri lærarar í Danmark arbeiði frá sær og funnu sær onnur størv. Tá ið Signar spurdi nakrar av hesum, hví teir vendu skúlanum bakið, hildu teir, at ungdómurin í fleiri førum var ov krevjandi og skuldi undirhaldast, meir enn fáa settning fyri og annars at hugsavna seg um uppgávur, og tað skúlin stendur fyri at skula læra í tráð við ársverkætlanir o.a.

Kanska foreldrini duga ov illa at siga nei? Nú skal skúlin vera stuttligur og undirhaldandi. Fyrr varð spurt um hvat tey fingu burturúr. Skúlin eigur í størri mun at duga at seta børnunum setningar, sum næmingarnir eiga at hugsavna sum, helt Signar fyri.

Vit vilja líkjast hinum norðurlondunum, men er tað rætt? Kunnu vit taka ímóti øllum tí, sum er rætt og skilagott har og úti í heimi?

Jú, hetta er helst partur av rákinum við altjóðagerðini, sum vit illa fáa steðga. Tí er so umráðandi at duga at seta mørk, tí við eru helst partur av eini krevjaramentan, sum er uppi í tíðini.

Nú hoyrir tú enntá fólk krevna tak yvir høvdið - Eg vil hava eina íbúð!

Jú, “Vandi er í hvørjari vælferð, og tað skulu góðir herðar at bera góðar tíðir”, tað sprettir helst ikki úr ongum.

Eftir framløguna vóru fleiri, sum tóku orðið og høvdu eitt íkast til tað, Signar hevði borið fram.

Síðani varð andakt við Marjun Lómaklett, og ein góður drekkamunnur við góðum práti omaná.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik