Lýsing

Tann ónda liberalisman

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariasen  |  04.11.2018 - 09:28 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Tað finnast nøkur fólk á sosialum miðlum og øðrum miðlum, sum eru ógvuliga skeptisk yvirfyri liberalismu. Kritikkurin ljóðar, at samfelagið hevði dottið sundur, og vit høvdu fingið nøkur ógvuliga rík fólk og nógv fátæk, sum ongan góðan áttu. Hóast tað ikki altíð hjálpir nevnivert at svara aftur uppá allar pástandirnar, so haldi eg tað sømir seg at lýsa tað betur.

Fyri tað fyrsta er tað skeivt at lýsa liberalismu sum høgravenda. Summi enntá halda at liberalisma er meira høgravend enn konservativisma. At greina millum hugsjónir eftir einari linju er sera foreinklað. Búskaparfrøðingurin F.A Hayek nýtti í sínum væl frágingna essay “Why I am not a conservative” (sí keldu) eina betri lýsing. Hann setti liberalismu, konservativismu og sosialismu at vera hvør sín síða á einum tríkanti. Allar hugsjónirnar hava eyðkenni, ið hinar ikki hava.

Bergur Jacobsen, prestur, skrivar herfyri eina grein kallaða “Høgrarák og ný-liberalisma í hægsta potensi”. Hann lýsur liberalismu og kapitalismu sum eitt kavrátt fyrbrigdi, har man ikki tekur hædd fyri menniskjanum og bara hugsar eg, meg, mær, míni.
“Og gloym ikki, at kapitalistiskar avgerðir eru ikki bara grundaðar á logikk, vitan og royndir, men alt ov mangan eisini á adrenalin og dopamin og ovurhonds-spæligleði, har øll menniskjalig og samfelagslig ábyrgd verður tveitt fyri borð! Hetta prógvar samtíðarfíggjarsøgan vissiliga.”

 

Tað fyrsta, ein kann lesa úr greinini, er, at Bergur kemur heilt víst frá tí sosialistisku hugsjónini, har “samhaldsfesti” er tann menniskjaliga rætta loysnin. Standpunktið, har javnaðarhugsjónin er moralskt rættari enn aðrar hugsjónir, verður javnan brúkt. Tí tað ómetaliga týdningarmikið, tá ið kjakast verður, at fólk ikki gerast moralsk yvirmenniskju.

 

Venda vit kanónini, er tann sosialistiska hugsjónin tann hugsjónin, ið hevur elvt til fleiri líðingar enn nøkur onnur. Eitt stað millum hundrað og hundrað og trýss milliónir fólk blivu myrd í 20. øld í royndunum at skapa tað perfekta sosialistiska samfelagið. Ein av høvuðsorsøkinum var, at hesi lond høvdu sterka sentrala stýring. Fólki lata inn síni einstaklingarættindi og arbeiðskraft fyri at fáa paradís-statin afturfyri.

 

Liberalisma hevur ikki hendan strukturin innbygdan, tí hon stendur fyri desentralisering og lítlum stati. Tað mest vanliga er, at man vil hava bert at røkja uppgávunar sum eru neyðugar. Tað merkir ikki, at nakar ynskir, at vit skulu liva í einum samfelagi við stórum ójavna og fátækradømi. Tvørturímóti. Hinvegin er sosialisman uppbygd soleiðis, at hon altíð førir okkum ímóti trældómi.

 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava seinastu 40 árini havt patent uppá tann kensluborna retorikkin. Hetta hevur gjørt, at teir hava tikið sær eitt moralskt hásæti, sum aðrir flokkar ikki tora ella klára at standa ímóti. Retorikkurin kann t.d. vera:

 

“Vit verja tey veikastu, vit eru slóðbrótarnir fyri javnrættindi. Leypir tú á okkum, leypir tú á minnilutar, kvinnur, børn og tey fátæku. Ert tú ímóti okkum, so ert tú ein óndur persónur, sum vil spjaða og skapa hatur.”

 

Og samstundis halda tey sínar veljarar í kroniskari offurstøðu. Besta dømið er sjálvandi javnaðarháborgin Suðuroy. Hóast javnarhugsjónin nærmast er ein religión í Suðuroy, so er Suðuroyggin tann nógv mest tilafturskomna oyggin í Føroyum. Eisini áðrenn undirsjóvartunlarnar.

 

Slíkur retorikkur har man ger seg til moralst yvirmenniksja, rættvísger eisini at man slær ring  runt um norðoyggjar og eysturoynna sum nakrir úlvar. Fer inn við magt og tekur burtur virðir og menningarmøguleikar skapt av ørðum. Alt hetta meðan man dýkjir fólkið undir í einum kenslsubornum tóna um rættvísi.

 

Tíðin er farin frá at lata annan partin fáa einrættindi uppá at vera moralskt rættur. Lat sosialismuna liggja eftir í 20indi øld og kom heldur og tosa um hugsjónir sum rigga.

 

Keldur:

https://nordlysid.fo/tidindi/56864/hograrak-og-ny-liberalisma-i-haegsta-potensi

David Horowitz -Take No Prisoners
F.A Hayek - The Road to Serfdom

https://www.press.uchicago.edu/books/excerpt/2011/hayek_constitution.html

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan
Stórur heiður til okkara áskoðarar
Mjølnir kvinnur­nar á heimavølli
Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrast…
Hví skal Gud signa Føroyar?
Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, stað…
Olympic leikvøllu­rin fær stórar dystir f…
Føroyskur sigur gevur pengarnar sjey fer…
Dómarin hevur fáar royndir
Brandur hevur spælt dystir við KÍ
Løgin tíðindafundur
Hildu Atla vera móðan, kaldan, sjúkan, n…