Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í vikuni, sum kemur, fer ættin fyri at mesta at liggja ímillum landsynning og eystan. Skýggjað og valla nakar dagur uttan onkran úrdrátt. | Mynd: Trover

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.11.2018 - 19:24 Tíðindi Veðrið

Landsynningur og eystan fara at vera sjónskastu ættirnar í vikuni, sum kemur. Lágtrýstini fara at steðga yvir miðjum Norðuratlantshavi, soleiðis at vit her í Føroyum fara at fáa landnyrðingskvadrantin at merkja, og har eru vanligastu ættirnar ímillum landsynning og eystan.

Luftin kemur av leiðunum í miðjum Norðuratlantshavi, og hon er lýggj og slavin.

Men mánadagin fer ættin fyrst at vera útsynningur ella vestan – ikki nógvur vindur, 5 til 10 m/s um morgunin, sum so minkar niður í púrt einki nakað eftir middag. Logn. Um kvøldið veksur vindurin spakuliga aftur úr eystri ella landnyrðingi eystri – á midnátt eru 8 til 13 m/s.

Týsdagin er landsynningur-eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn – serliga um morgunin. Hitin týsdagin 9 til 11 stig.

Mikudagin aftur landsynningur, men eitt sindur meira vindur, 8 til 13 m/s – í løtum eitt sindur meiri. Skýggja og ælaveður allan dagin og sami hiti sum dagin fyri, 9 til 11 stig.

Hósdagin aftur aftur landsynningur, men út á dagin útsynningur-sunnan ella útsynningur eina løtu. Vindferðin fer at liggja um 8 til 13 m/s til nakað út á seinnapartin, tá fer at minka eitt sindur, meðan ættin fer yvir í útsynning-sunnan ella útsynning. Skýloftið fer at vera eitt bland: skýggjað, sólglottar og løtur við regni. Hitin hósdagin enn tanna sami, 9 til 11 stig.

Fríggjadagin er aftur landsynningur, 8 til 13 m/s – og skýggjað og regn og hitin 9 til 11 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…