Lýsing
Lýsing
Lýsing
Framsóknartingkvinnurnar Ruth Vang og Hanna Jensen eru bakkaðar fyri Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra. Myndin varð tikin tá fiskivinnunýskipanin varð samtykt í desember mánaði 2017 | Mynd: Oliver Joensen

So byrja hólmgongurnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.11.2018 - 08:43 Leiðarin Politikkur

Ein fíggjarlóg, sum ikki hevur undirtøku. Ein tómur landsstýrissessur. Ein bumba frá Kristini Michelsen. Ein hálvhjartað bumba frá Framsókn, sum tó er fyribils avmonterað. Inntøkuførd veiðigjøld, sum ikki hava undirtøku. Tvey floksleys tingfólk. Menningarkvoturnar fyri 2019 komnar í drag. Umsitingarætlan til kvotuskipan ikki klár, nú einans 7 vikur íresta. Og so juridiskt kynsskifti.

Lagt er upp til dramatikk í Løgtinginum frá 6. november og líka fram til jóla. Leysgangarin Sonja Jógvansdóttir leggur fyri týsdagin við einum uppskoti um løgfrøðiligt kynsskifti, ið fær fyrstu viðgerð tá. Sonja skal sannførast um at atkvøða fyri fíggjarlógini, og fer ivaleyst at seta sum krav, at samgongan samtykkir hetta uppskotið frá henni. Men vil samgongan tað?

Dagin eftir er fyrsta bumban á skránni, tá Fámjinstunnilin kemur til 1. viðgerð. Her hevur verið gitt, at samgongan ætlar at “sylta” málið í nevnd, men tað letur seg ikki gera, tí andstøðan saman við uppskotsstillaranum Kristini Michelsen hevur meirilutan í Fíggjarnevndini. So tað er mikið møguligt, at hetta málið kemur til atkvøðugreiðslu áðrenn jól.

Mong onnur óavklárað mál liggja eisini og ulma; tey flestu innanhýsis í samgonguni. Í hesum døgum (3. november) fylti uppskotið um veiðigjald eisini eitt ár, men er ongan veg komið. Her hevur sjálvur løgmaður sagt við miðlarnar, at tað sannlíkt verður útsett í eitt ár afturat. Nakað av spenningi var eisini um uppskotið hjá Framsókn um at útseta kvoturnar í eitt ár, men her er bumban avmonterað. Andstøðan fer tó uttan iva at válka sær í tí og lata Framsókn sleppa at missa andlit við at atkvøða ímóti egnum uppskoti.  

Hvat hendir við menningarkvotunum og uppboðssøluni liggur eisini í leysum lofti. Hóast vit nærkast 2019, so er ikki avgjørt enn, um útskrivaðu rættindini fyri 2018 skulu ganga út nú á nýggjárinum, og, um tey skulu, hvat hendir so við menningarkvotunum fyri 2019? Í august segði fiskimálaráðharrin, at uppboðssølan skuldi broytast, men nú freistin at leggja uppskot fyri tingið er farin, er framvegis onki uppskot komið um tað.

Gitt verður í eyst’ og vest’ um, hvør nýggi landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum verður, og hvar Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss fara. Meðan Sonja Jógvansdóttir ikki kann fara høgru um, kann Magni Laksáfoss fara í hvønn sum helst av hinum flokkunum. Nú er tað eisini vorðið fjákut hjá honum við útmeldingunum um, at at hann samráðist við so og so nógvar flokkar. Hetta ger hann sjálvandi fyri at halda ljóskastaranum á seg, men tað er als ikki vist, at veljarin er so áhugaður í einum politikara, sum er so diffusur, at hann passar inn allastaðni.

Løgmaður hevur verið úti og sagt, at orsøkin til, at tilnevningin av landsstýrismanni er komin í drag, er rokilsið í samgonguni. Men hann lovaði samstundis, at landsstýrismaður fór at verða settur í hesi vikuni. Samanumtikið fara november og desember at verða sera áhugaverdir mánaðir fyri tey, sum fylgja við í politikki.

 

Let the games begin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…