Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spádómarnir hjá Osmundi halda

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.11.2018 - 15:28 Mentan Tíðindi Vinna

Hetta er heilt í tráð við tað eg havi sagt

 

 

Tað sigur Osmundur Justinussen, skipari, fiskimaður og reiðari, tá vit venda okkum til hansara, nú línubátarnir eisini fiska so ótrúliga nógv, í mun til mong ár frammanundan.

El Nino fyribrigdið var í topp seint í 2016, og i 2017 byrjaði at bragda hjá trolarunum. Teir høvdu eitt ótrúliga gott ár í 2017.

Nú í heyst er so túrurin komin til línubátarnar. útróðrarbátarnir boðað allastaðni frá sera nógvum fiski, eg hoyrdi um ein, sum mátti ganga frá línuni, tí báturin var fullur og nógv var eftir at draga, ja, tað var næstan so at tveir fiskar vóru á hvørjum húki, segði formaðurin.

Hetta verður helst fiskiskapurin í vetur, nú er bert at vóna, at tað heldur áfram sum longst og at toskurin ikki kemur heilt inn á firðirnar, tí vit hava sæð áður, at hann hevur gingið so nær at leita eftir føði, at hann er funnin deyður inni á reyðfiskaleið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum