Lýsing

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 168 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2018

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.11.2018 - 08:19 Tíðindaskriv Vinna

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2018 var 168 milliónir krónur samanborið við 252 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2017.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Virksemið í triðja ársfjórðingi í ár hevur verið nakað lakari í mun til sama ársfjórðing í fjør. Ársfjórðingurin var eisini merktur av óvanliga høga fellinum á aliøki A-81 Kolbanagjógv í september. Hetta hevði útreiðslur við sær og eina negativa ávirkan á tøkuna í komandi ári. Hóast avbjóðingar hava verið, og laksaprísurin hevur verið fallandi í ársfjórðinginum, so var rakstrarúrslitið 168 milliónir krónur fyri samtakið fyri triðja ársfjórðing.

Nýggja kryvjivirkið í Vági varð seinkað nakað í mun til tíðarætlanina, men hugaligt verður at síggja, hvussu økta virksemið í Suðuroy fer at hilnast, nú nýggja kryvjivirkið er farið undir at taka ímóti laksi.“

 

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 140 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2018 samanborið við 217 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Alideildin tók góð 7.200 tons av laksi í kruvdari vekt í triðja ársfjórðingi 2018, sum er smá 4.400 tons minni enn í triðja ársfjórðingi í fjør. Av tí at kryvjivirkið í Vági ikki varð til reiðar at kryvja laks í september, men byrjaði virksemið í oktober 2018, er tøkumetingin fyri 2018 lækkað við 3.000 tonsum, frá 49.000 til 46.000 tons í kruvdari vekt. Tøkan av 3.000 tonsum av laksi er flutt frá fjórða ársfjórðingi 2018 til fyrsta ársfjórðing 2019.

 

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 3 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2018 var 41 milliónir krónur samanborið við 79 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.

Bakkafrost hevði ein nettokostnað á 7,2 milliónir krónur, aftan á tryggingarendurgjald, orsakað av at áleið 700.000 laksar doyðu á aliøki A-81 Kolbanagjógv í triðja ársfjórðingi 2018. Eitrandi algur vórðu skrásettar í sjónum við Kolbanagjógv, tá ið fellið var 20. september 2018. Aling hevur verið út fyri Kolbanagjógv í 30 ár, og ongantíð áður ella aftaná er líknandi tilburður skrásettur. Laksurin, sum er eftir á aliøkinum í Kolbanagjógv, hevur tað gott, og framleiðslan gongur væl.

 

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 286 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.205 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2018, og solvensurin var 70%.

ÚTLIT

Marknaðurin

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 5% í triðja ársfjórðingi 2018 í mun til triðja ársfjórðing 2017. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fjórða ársfjórðingi 2018 verður mettur til áleið 1,4% samanborið við fjórða ársfjórðing 2017. Vøksturin í altjóða útboðnum av laksi fyri 2018 verður mett til umleið 7% samanborið við 2017.

Altjóða útboðið av laksi í 2019 verður væntandi avmarkað, tí útboðið verður mett til at vaksa áleið 4% í mun til 2018.

Aling

Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 46.000 tons av laksi í kruvdari vekt. Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2019 er umleið 53.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Sjóseting av einari millión smoltum verður flutt frá fjórða ársfjórðingi 2018 til fyrsta ársfjórðing 2019, og tí verður samlaða útsetingin fyri 2018 hjá Bakkafrost 12,9 milliónir smolt samanborið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016. Bakkafrost metir, at umleið 13,5 milliónir smolt verða sjósett í 2019.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 12% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2018. Bakkafrost er í løtuni í ferð við at gera nýggjar avtalur fyri 2019.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2018 er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2019 er 1.143 túsund tons, sum svarar til eina lækking á 18% samanborið við 2018 tilmælið hjá ICES.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2018 verður væntandi lægri enn í 2017. Somuleiðis væntast framleiðslan av fiskamjøli og lýsi eisini at lækka í 2019 í mun til 2018.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 80.000 tons í 2018. Fóðursølan í 2019 verður mett til umleið 85.000 tons.

Íløgur

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 er áljóðandi 3 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur.

Strategiin og íløguætlanin verða lagdar fram á kapitalmarknaðardegnum hjá Bakkafrost tann 12. juni 2019.

 

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og nýggja avtalan um bankafígging, sum varð undirskrivað í fyrsta ársfjórðingi 2018, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

 

 

 

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan
Stórur heiður til okkara áskoðarar
Mjølnir kvinnur­nar á heimavølli
Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrast…
Hví skal Gud signa Føroyar?
Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, stað…
Olympic leikvøllu­rin fær stórar dystir f…
Føroyskur sigur gevur pengarnar sjey fer…
Dómarin hevur fáar royndir
Brandur hevur spælt dystir við KÍ
Løgin tíðindafundur
Hildu Atla vera móðan, kaldan, sjúkan, n…