Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt áhugafelag skal setast á stovn: Pangea Føroyar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.11.2018 - 12:07 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Pangea-støddfrøðikappingin er víðagitin kapping, sum verður hildin á hvørjum ári í 18 londum í Evropa. Talan er um eina stuttliga og avbjóðandi kapping fyri næmingar í 3. til 9. flokki, sum eisini gevur næmingum møguleika at knýta vinabond og fáa íblástur og stimbur frá líkasinnaðum javnaldrum. Umframt at snúgva seg um rokning, menna uppgávurnar eisini førleikan at hugsavna seg um og at loysa torgreiddar spurningar.

Pangea-støddfrøðikappingin hevur verið hildin 3 ferðir í Føroyum, við støðugt vaksandi luttøku. Í fjør vóru 1.836 luttakarar úr øllum landinum við í innleiðandi kappingini. 10 næmingar frá hvørjum árgangi komu víðari til hálvfinaluna, sum varð hildin í Eysturskúlanum í Havn. Vinnararnir í hálvfinaluni, fimm næmingar frá hvørjum árgangi, dystaðust víðari í finaluni í Norðurlandahúsinum 28. apríl. Allir luttakararnir í finaluni fingu heiðursbræv, og vinnararnir fingu eina snøgga glasplátu til minnis um sigurin, umframt ymiskar aðrar vinningar.

Við Pangea-støddfrøðikappingini vilja vit vísa á, at støddfrøði kann væl vera stuttlig. Í tí sambandi er ein annar týðandi boðskapur í okkara arbeiði: ”Ótti fyri støddfrøði er ógrundaður; øll kunnu eydnast.”

Við Pangea-støddfrøðikappingini vilja vit:

●      samla allar luttakarar undir kappingini og harvið hugsavna teir um støddfrøði

●      byggja sterkar brýr millum teir góðu og minni góðu næmingarnar í fólkaskúlanum í øllum landinum

●      breiða gleðina um støddfrøði og tær náttúruvísindaligu lærugreinirnar

●      stuðla og lætta um hjá lærarum í teirra starvi

●      styrkja trúnna hjá næmingunum á egnan mátt

●      hava sosial treff millum skúlar

●      geva lærarum og foreldrum innlit í støddfrøðiførleikarnar hjá tí einstaka næminginum við tí fyri eyga, at geva næminginum bestu fortreytir fyri at menna nevndu førleikar áhaldandi

Fyriskipararnir vóna, at áhugað møta fjølment, so vit fáa eitt gott grundarlag og spennandi kjak til stovnandi aðalfundin, sum verður í gamla Argja Skúla kl. 14:00 sunnudagin 18. november.

Meira kunning er at lesa á Facebook-bólkinum “Pangea Føroyar – Støddfrøði-kappingin” ella fæst við at skriva til pangea.foroyar@gmail.com.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld