Lýsing
Lýsing

Rigga til at fara á línuveiðu á Hatton Bank

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.11.2018 - 17:01 Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðlýsið var umborð a Borðoyarnesi (fyrrv. Mascot) í dag og fregnaðist um hvussu gekst við umleggingini frá krabbaveiðu til línuveiðu.

Vit hittu tríggjar av eigarunum, sum rokaðust umborð, nevniliga Erland Sivertsen, Rana Hansen og Árna Zachariassen.

Árni Zachariassen sigur, at teir hava verið á krabbaveiðu við skipinum, men hetta er ikki besta tíð til krabba, tí fara teir nú undir annan tátt í nakrar mánaðir. Vit hava ikki fiskiloyvi undir Føroyum, tí fara vit nú at fiska á NEAFC øki og í fyrstu atløgu hugsa vit um at gera eina roynd eftir kalva og krabba á Hatton Bank.

Hatton Banki

Um Hatton Bankan verður sagt, at hetta er ein stórur banki skaptur av vulkanskum uppruna, sum liggur vestan fyri Enska continentala sokkulin. Hatton Banki er stóru og røkkur einar 500 kilometrar úr útsyningi í landnyrðing og reisur seg umleið ein kilometur upp frá havbotninum har á leiðini.

Tað sigst at góð kalvaleið skal vera á Hatton, men at har skal vera ringt at royna í  støðum og í hvussu so er við línu. Ábendingar hava verið um, at har skal millum annað vera góð kalvaleið.

Borðoyarnes er frammanundan væl útgjørdur við sterkari línu, ið hevur verið brúkt til krabbaveiðu, 20 mm nylonlína, ætlanin hjá Borðoyarnesi er nú at brúka hesa línuna til fiskiskapin við Hatton Banka.

Tá eg spyrjið Árna Zachariassen, ein av eigarunum um hvussu langa línu teir kunnu seta, ið er so sver, sigur Árni at hann roknar við at teir hava til trý strekki á einar fýra fjórðingar hvør.

Ætlanin hjá okkum er eisini at hava nakað av krabbarúsum við, fyri at vita um vit raka við krabba á Hatton Bank. Árni Zachariassen verður annar skiparin á Borðoyarnesi, men hann fer ikki við nú, Tað verður Christian Gudmund Mathiesen, ið verður skipari nú, ímeðan Árni roknar við at avloysa einaferð eftir jól.

Roknað verður við at Borðoyarnes fer av Klaksvík í komandi viku á línuveiðu á Hatton Bank.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin