Hví standa norðoyingar ikki saman
Í gomlum døgum stóðu norðoyingar saman. Her eru 6 oyggjar, 16 bygdir og ein býur, men vit hava staðið saman um alt. Vit hava eittans fótbóltsfelag, KÍ, heldur enn at Viðareiði hevur eitt, Kunoy eitt annað o.s.fr. Í t.d. Suðuroy og Vágum, ja, sjálvt í Tórshavn, er annars vanligt við fleiri. Norðoyingar stóðu saman ímóti bæði Havnini og Danmark undir Læknastríðnum. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað er orsøkin til framburðin her.
Norðoyingar kunnu av røttum vera stoltir. Norðoyggjar eiga elsta peningastovnin í landinum, Norðoya Sparikassa. Vit eiga størsta tónleikatiltakið, Summarfestivalin. Vit hava størsta og elsta bryggjaríið, Föroya Bjór. Klaksvíkar Ítróttarfelag er ein søga fyri seg. Vit hava elsta sjúkrahúsið, sum framvegis er til. Tað var í Norðoyggjum, at tað fyri fyrstu ferð – í 1899 – varð undirvíst á føroyskum í Føroyum. Og vit kundu hildið á. Alt hetta hevur borið til, tí norðoyingar elska at skapa og hava staðið saman, og, ja, verið lokalir.
Men hvat síggja vit í løtuni? Ágangurin uttanífrá er øgiligur, og landsins leiðsla sigur næstan, at hetta valskeiðið skulu Norðoyggjar einans gjalda inn í kassan. Hyggja vit eftir fíggjarlógini, so er sjón fyri søgn. Á inntøkusíðuni skal fiskivinnan gjalda heilar 355 milliónir inn í tilfeingisgjøldum. Alt hetta kemur sjálvandi ikki úr Norðoyggjum, men ein stórur partur ger.
Á útreiðslusíðuni fáa vit at vita, at:
- Húsarhaldsskúlin má útsetast
- Tunlar Norður um Fjall skulu ikki framskundast
- Tær 15 milliónirnar Sjálvstýrið fekk lovað til Klaksvíkar Sjúkrahús falla burtur
- Rocksavnið fær onki í 2019
- Akvariið fær onki í 2019
Her reisir stóri spurningurin seg, hví finna norðoyingar og ikki minst norðoyatingfólk seg í hesum? Tvey av teimum sita í samgongu, men ongin teirra talar søk norðoyinga og krevur nakað, at síggja til, afturfyri sína atkvøðu.
Í Suðuroynni síggja vit, at politikarar seta føtur í spenni, og tað gevur úrslit. Einar fimm-seks menningarkvotur fóru til Suðuroynna, samgongan samtykti at virka allan alilaks úr Suðuroynni í Suðuroynni, og í skrivandi stund er uppskot hjá tingmanni av Tvøroyri um Fámjinstunnil til 1. viðgerð. Men tunlarnir Norður um Fjall, sum eisini liggja í tinginum, fara at falla, tí tingfólkini úr Norðoyggjum ikki tora at krevja nakað fyri sín stuðul.
Í Tórshavn fingu tey tillutað eitt barnaheim fyri 60 milliónir uttan svørðslag, og nú berjast politikarar har fyri innkomuvegi. Tað áhugaverda her er, at politikararnir har standa saman, tvørtur um andstøðu og samgongu. Ongin politikari úr Havn er ímóti barnaheiminum, og ongin er ímóti innkomuvegnum. Og tí fara báðar verkætlanirnar ivaleyst at koma á mál. Fyri góðan ordan skyld skal nevnast, at barnaheim er kærkomið, men tað nýtist ikki at liggja í havn.
Her í Norðoyggjum taka politikararnir, ið hvussu er teir í samgonguni, altíð flokkin og samgonguna fram um Norðoyggjar. Vit hava havt eitt tað mest turbulenta valskeiðið í søguni, við rumbli frá øllum endum og kantum, men ikki frá norðoyatingfólkunum í samgongu. Tey hava lýðin og skikkilig trýst á grøna Ja-knøttin, tá formenninir hava ynskt tað. So ber til at kalla Henrik Old, Kristin Michelsen, Bjarna Hammer og onnur fyri “vargar”, men eitt eyðkenni fyri vargar er, at teirra politiska ævi er væl longri enn tann hjá heimalombunum.
Í býráðspolitikki gevur tað lítla meining at hava partapolitiskar listar heldur. Tað leggur beinleiðis upp til, at man leggur seg eftir hugsjónini hjá flokkinum og tekur tað fram um lokaløkið. Býráðið verður býtt sundur í andstøðu og samgongu, sum ikki fær samstarvað. Og við eina valdøminum er gongdin bara versna.
Tað er eisini ilt at síggja, hví tað er neyðugt.
Í Fuglafirði og í Runavík hava tey ikki flokkarnar úr landspolitikkinum, men listar, sum eru gjørdir við støði í nærumhvørvinum. Og kommunalpolitikkur skal júst hava sítt jørðildi í nærumhvørvinum.
Vit hava sæð úr bæði Tórshavn og av Tvøroyri, hvussu illa hetta við partapolitiskum listum riggar í kommunupolitikki. Heðin Mortensen mátti úr sínum landspolitiska flokki, tí hann telvaði seg til ein borgarstjórasess. Og dupultleikluturin hjá Kristin Michelsen og Bjarna Hammer millum løgting og Tvøroyar Býráð hevur aftur og aftur víst seg. Við øðrum listum hevði hetta ikki borið til, og tingini sum eiga at verða atskild, høvdu verið atskild.
Tað hevði verið bæði gott og tiltrongt at sæð norðoyapolitikarar aftur staðið upp fyri sínum øki fyrst og fremst, og ikki fyrst og fremst hugsað um flokkar.