Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tríggir filmar fingið virðisløn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.11.2018 - 21:49 Myndarøð Tíðindaskriv

Mánadagin 5. nov. vórðu vinnararnir av filmskappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnir til hátíðarhald í Perluni í Tórshavn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, handaði vinnarunum eina peningagávu og føroyskar plantur frá Skógrøktini.

Filmurin “Papp-dukkuhúsið” vann kappingina. Filmin hevur 11 ára gamla Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini ljóðaði soleiðis: “Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.”

Her ber til at síggja vinnarafilmin

Á øðrum plássi var filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan: “Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.”

Her ber til at síggja filmin, sum fekk 2. virðisløn

Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini miðlakunnleiki á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.
Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini.”

Allir tríggir filmarnir fara at vera at síggja í “Gevið gætur” sendingunum hjá Kvf seinni í vetur.

Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ein norðurlendsk frágreiðing vísir, at í Føroyum ber til at tvífalda mongdina av pappi og pappíri, sum fer til endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnast um sera góða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar, ið á sera ymiskan og kreativan hátt hvør í sínum lag varpaði ljós á pappírsendurnýtslu.

Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning.

Í dómsnevndini sótu:
Beinta Haraldsen, Klippfisk
Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk
Sissal Evudóttir Lervig, IRF
Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna
Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan

Filmskappingin varð fíggjað av smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók stig til kappingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…