Lýsing

Kanjon byggir koplingarstøð fyri SEV í Vestmanna

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.11.2018 - 12:07 Tíðindaskriv Vinna

Neyðugt er nú við nýggjari koplingarstøð í Vestmanna. Nýggja støðin, sum fer at loysa gomlu støðina á Válinum av, verður uml. 580 fermetrar til støddar og verður bygd millum Fossáverkið og goymsluna.

Arbeiðið at byggja koplingarstøðina varð boðið út, og av teimum fýra tilboðunum, sum inn komu, átti Kanjon lægsta tilboðið áljóðandi 21,6 milliónir krónur.

Mánadagin 5. november varð sáttmálin undirskrivaður á høvuðsskrivstovuni hjá Kanjon í Klaksvík.

Arbeiðið fer í gongd 18. november. Gongst eftir ætlan, stendur nýggja koplingarstøðin í Vestmanna liðug í apríl 2020 og verður klár at taka í nýtslu á heysti 2020. SNA arkitektar hava teknað nýggju koplingarstøðina.”

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan
Stórur heiður til okkara áskoðarar
Mjølnir kvinnur­nar á heimavølli
Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrast…
Hví skal Gud signa Føroyar?
Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, stað…
Olympic leikvøllu­rin fær stórar dystir f…
Føroyskur sigur gevur pengarnar sjey fer…
Dómarin hevur fáar royndir
Brandur hevur spælt dystir við KÍ
Løgin tíðindafundur
Hildu Atla vera móðan, kaldan, sjúkan, n…