Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólasølan á Verkstaðnum á Brekku

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.11.2018 - 14:12 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Leygardagin 17. november, fara dyrnar á Verkstaðnum á Brekku á víðan vegg, tí klokkan 10 fyrrapartin letur árliga, vælumtókta jólasølan upp.

Umleið 45 fólk eru knýtt at verkstaðnum. Eini 13 starvsfólk og afturat teimum eini 32 arbeiðisfólk, ið hava skerdan arbeiðsførleika orsakað av menningartarni ella av øðrum avmarkingum. Arbeiðisfólkini arbeiða á verkstaðnum, summi klára seg næstan uttan hjálp, í meðan onnur skulu hava hjálp og ein partur skal hava hjálp til næstan alt.

Arbeiðisumstøðurnar her eru væl skipaðar, sigur leiðarin, Poulina Johannesen og heldur at samansetingin av arbeiðisfólki við ymiskligum førleikum riggar væl.

Norðlýsið var á vitjan mikudagin í vikuni ið fór, og vitjaðu vit eitt nú á Træverkstaðnum, har Andor og Símun Petur vóru manningin, teir arbeiddu av fullar kraft við at smíða plattar til vinnufyritøkur, Símun Petur segði okkum, at Kósin tók ímóti meginpartinum. Í kaffistovuni hugnaðu nøkur sær, ið júst høvdu fingið døgurðan niðurum og á ovaru hæddini arbeiddu tey við ymiskum, so sum knýting, brodering, seyming, máling og øðrum. Træverkstaðurin evnar eisini ymisk smáting til, sum verða málað og pyntað til her á ovaru hæddini.

Verkstaðurin á Brekku sigur um seg sjálvan:

Verkstaðurin á Brekku er partur av eind 9 í Trivnaðardepilinum.

Verkstaðurin á Brekku heldur til á Brekku í Klaksvík. Tilboðið er ætlað borgarum, ið bera likamligt ella sálarligt brek og sum ikki kunnu røkja arbeiðið á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. tilboði er somuleiðis ætlað borgarum, sum hava stóran tørv á stuðli og hjálp í gerandisdegnum.

…Borgararnir framleiða ymiskar lutir m.a. plattqr til fiskivinnuna, kassar til Føroya Bjór, dukkuvognar, hillar, taskur, pútur, bundin pløgg og jólaprýði.

Verkstaðurin á Brekku hevur eina sølubúð, har lutir, sum eru virkaðir á Brekku, verða seldir - sigur Verkstaðurin á Brekku ium seg sjálvan.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund