Lýsing
Nýggju hølunum hjá “Gloym meg ei” á klaksvíksvegi 57 í Klaksvík. | Mynd: Oliver Joensen

Er neyðugt hjá mær at hava strongd?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.11.2018 - 09:00 Tíðindaskriv

Eitt av evnunum, ið er nógv uppi í tíðini er tað, at so nógv fólk eru strongd. Summi hava eisini ótta, meðan onnur líða av tunglyndi.

Tað er tó ringt at siga nágreiniligt, hvussu mangir føroyingar líða av strongd. Men donsk tøl vísa í øllum førum, at einir 430.000 danir, sum svarar til umleið 12 % av fólkinum, hava symptom uppá herviliga strongd hvønn einasta dag. Hví er tað so? Skal tað vera so? Og hvørjar eru tær sálarligu avbjóðingarnar í gerandisdegnum hjá okkum føroyingum?

Hetta áhugaverda evnið verður høvið at frætta nærri um týsdagin 13. november kl. 20.00. Tá verður nevniliga ein áhugaverdur fyrilestur um hetta spennandi evnið í nýggju hølunum hjá “Gloym meg ei” í Klaksvík.

Her fer sálarfrøðingurin Erling Fles at greiða frá um tær sálarligu avbjóðingarnar sum vit liva í í dagsins samfelagi. Erling dugir væl at greiða frá, og høvið verður somuleiðis hjá fólki at seta honum spurningar aftaná framløguna.

Á kvøldinum fæst eisini ein góður kaffimunnur. Tiltakið kostar 100 krónur, og verður goldið kontant við dyrnar.

Av tí at talan er um avmarkað pláss í hølunum, er neyðugt at tekna seg til fyrilesturin. Tað kann gerast við at ringja ella senda sms á tlf. 297661.

Vælkomin til eitt spennandi kvøld í “Gloym meg ei”, Klaksvíksvegur 57, Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan
Stórur heiður til okkara áskoðarar
Mjølnir kvinnur­nar á heimavølli
Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrast…
Hví skal Gud signa Føroyar?
Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, stað…
Olympic leikvøllu­rin fær stórar dystir f…
Føroyskur sigur gevur pengarnar sjey fer…
Dómarin hevur fáar royndir
Brandur hevur spælt dystir við KÍ
Løgin tíðindafundur
Hildu Atla vera móðan, kaldan, sjúkan, n…