Lýsing

Sangluttøka verður við sangkórinum og manskórinum í Ebenezer, og sangkórinum í Betesda. 

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.11.2018 - 12:29 Tíðindaskriv Tíðindi

SAMFELAGSSTEVNAN 2018

- byrjar í Ebenezer endar á Hálsi

Árliga samfelgasstevnan í Ebenezer byrjar í kvøld, mikukvøldið 07. november, við bønamøti í Ebenezer kl.20.00. Høvuðstemaði á samfelagsstevnuni í ár verður: “EG ERI VEGURIN, SANNLEIKIN OG LÍVIÐ.”

Mikukvøldið, hósdagin og fríggjadagin verða møtini í Ebenezer. Fríggjakvøldið verður flutt niðan í Høllina á Hálsi. Møtini í Ebenezer eru fyrrapart kl.10:00 og seinnapart kl.16:00 og evangeliska møti hóskvøldið er kl.20:00

Frá fríggjakvøldinum verða øll møtini í Høllini á Hálsi, við undantaki av møtinum sunnumorgunin, sum verður kl.11:00 í Ebenezer.

Sunnudagin kl.13:00 verður barnamøti í Høllini.

 FAMILJUKAFÉ

Sum nakað nýtt í ár verður familjukafé í Høllini leygarmorgunin frá kl.10:00 til kl.13:00 Tað verður skipað sum opið hús, har familjur kunnu koma og fara eftir ynski.

Sum vanligt hevur verið í mong ár, so verður borðreitt við nátturða sunnudagin millum møtini kl.16:00 og kl.19:00

Tá hugt verður nærri eftir skránni skilst, at luttøkan av talarum er ógvuliga breið, og har vera bæði kvinnur og menn, sum koma at luttaka.

Millum talararnar verður Ingvard Petersen, sum er heima í farloyvi. Ingvard og kona hansara Erla arbeiða á Bíbliuskúlanum hjá New Tribes Mission í North Cotes í Onglandi, har Ingvard er ein av lærarunum. Ingvard kemur at tala á møtinum leygardagin kl.16:00, har eisini Oddmar Færø og Petur Hansen koma at tala. Á hesum møtinum kemur sangkórið í Betesda at luttaka.  (KELDA: Ebenezer.fo)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bretland verður framvegis knítt at felag…
Jørgen Niclasen afturvaldur til formann
Beinleiðis stroyming: Lands­fundur hjá Fó…
Teir fiska væl
Íverkseta­rin Nólsoyar Páll
Trupulleikar við spælara­loyvi­num í Itali…
Vænta 20.000 áskoðarar
Jóannes: Vit skulu arbeiða hart
Klæmint fær møguleikan
Stórur heiður til okkara áskoðarar
Mjølnir kvinnur­nar á heimavølli
Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrast…
Hví skal Gud signa Føroyar?
Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, stað…
Olympic leikvøllu­rin fær stórar dystir f…
Føroyskur sigur gevur pengarnar sjey fer…
Dómarin hevur fáar royndir
Brandur hevur spælt dystir við KÍ
Løgin tíðindafundur
Hildu Atla vera móðan, kaldan, sjúkan, n…