Lýsing
Lýsing
Lýsing

Niels Midjord

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  09.11.2018 - 12:44 Lesarabrøv Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Tætt við Kirkjurygg í Fuglafirði býr Niels Midjord. Hetta er beint oman fyri Sildaverksmiðjuna. Her hevur hann búleikað alt sítt lív. Hann er sonur Niels og Margrethu.  Hann er uppkallaður eftir faðir sínum, sum var sonur Jákup og Skála Johannu.  Margretha var ættað av Glyvrum – dóttir Vensil Jacobsen(Søldaffjørður) og Marin(Lamba). Niels var tvær ferðir giftur. Fyrra konan æt Johanna, ið var systir Margrethu. Hon doyði í barsil við Hannu 3. januar 1944. Gretha var um tey, tá ið Hanna doyði. Niels giftist upp aftur við Margrethu, og fingu tey Niels saman

Økið millum Kirkjurygg og Ennið

 Økið var stak vakurt, áðrenn verksmiðjan setti sínar hælkoytur í hetta lendi.  Hugsi mangan um hetta økið, tí her spældi tú sum óviti fram við henda fjøruklett norður á Ennið(norður í Fuglafirði er suðureftir). Húsini millum Kirkjurygg og Ennið tosaðu sítt stumma mál. Tað gera tey enn tann dag í dag, men fleiri av teimum, sum vóru í bestu árum, tá ið barnaskógvarnir vórðu tráddir her, liggja undir grønutorvu. Jú, hetta var eitt vakurt umhvørvi, sum Niels kom undan í. Kirkjuryggur er digst við, og Kikjurygsá hevur  latið ljóð av  sær til hetta umhvørvið, sum Niels hevur hoyrt altnar dagar sínar líka til dagin í dag.

Tað er at undrast yvir hetta fitta, lítla landið, so mong góð skald, listafólk, sangarar  og tónleikarar hava latið seg í skapandi evni frá barnsbeini av, hóast brattlendi og skarðlendi  seta síni spor í hugan tíðliga og seint. Tað er kanska hetta, sum nørir um tey skapandi evnini, fær tey at liva í sinninum sum ein andans fyritøka, ið hellir av sínum okkurgula steinamosa, undan teim gráu hjólbeintu homrunum, ið lesa sína morgun- og kvøldbøn í regni, skadduvindi, toku, í mjørkatámi, stormi, kava, í logn og dýrdarveðri. Øll tey orðini, sum eru knýtt at hesum fyribrygdum, finnast kanska ongastaðni  á Guðs grønu jørð uttan her á landi. Hetta er skaldskapur fyri eygað og oyrað: Tað, sum eygað ikki hevur sæð og oyrað ikki hevur hoyrt ,rørir ikki hjartað. Ja, hetta er sanniliga undranarvert og nemur við innasta kervið í okkara huga verð. Mær rennur til hugs, hvussu nógv, mangt og mikið, ið Niels Midjord hevur greitt úr hondum av sjáldsamum skaldskapi og tónleiki – í orðum og løgum, ið nema við okkum annarleiðis enn mangt annað, sum sær dagsins ljós í okkara samfelag í tónleikaverðini.

Niels í skaldaverðini

Niels fer ikki einoygdur av stað á síni skaldakendu gonguferð. Hann syngur - hevur sungið mong ár í Fuglafjarðar sangkóri, hann blæsur horn í Fuglafjarðar hornorkestri og so afturat kemur hansara vakra gongd í gittarspæli í hansara einsangi, har hann hevur latið úr hondum  t. d.  7 fløgur á hesi sjaldsomu skaldakendu, alvarsomu og ljóðkátu gonguferð. Hetta er at frøast og gleðast yvir, og hetta er sanniliga gáva til gagns.... So much depends upon..  

So nógv veldst um - eina reyða hjólbøru glinsandi – av vætu millum – hvítan flogfena.(  William Carlos Williams 1883 – 1963, USA. Alexandur Kristiansen týddi) Ja, ein vøkur yrking, sum nógv kann sigast um. Hjólbøran var ein partur av okkara lívi á Bakkanum fyri ikki so nógvum árum síðani. Christian Lundsbjerg, dani, sum búði við Ovara Veg í Fuglafirði – somu rás sum Niels, hevði eina sjáldsama hjólbøru, har hjólið var um leið  áttakantað. Tað var eins og hoyra ein trummusláara í einum hornorkestri, tá ið  t. d. Lundsbjerg fór norður í neystið, sum hann hevði niðri við fjørukantin tætt við, har Niels býr. Eitt hvítt, stoypt neyst vakurt snøgt og reint.

Hjólbørurnar á Stóru brúgv

Hjólbørurnar, sum nýttar vórðu á Stóru Brúgv, har skipini, sum komu undan  Íslandi og Grønlandi, landaðu , vóru reyðar og grønar- snøggar og nossligar. Tær vóru brúktar til at trilla saltfiskin inn í kjallaran á Stórhúsi.Tá ið dagsins verk var at enda komið, vórðu tær vaskaðar, og ofta stóðu tær digst við Stórhús. Kom eitt æl, ella tað fór at sirma, so settu hesir klároygdu dropar seg á tann reyða litin, sum var innanborðs á hjólbøruni. Hesir dropar glinsaðu og søgdu sína søgu. Var hetta út á heystið ella tíðliga á vári, so kundi tað bera á, at so mikið var av vætu í børuni, at eitt tunt glarlitt frostlag legði seg á vætuna. Stóð hjólbøran úti millum tann hvíta saltfiskin, so bleiv hetta til ein alfagran symfoniskan ljóm eins og í fløgunum, sum Niels hevur givið út. Hesar børur hava borið mangt og mikið við sær, sum hevur verið ein sælur ljómur at hoyra, ein spegilsmynd av einari skaldakendari glinsandi tónleikavætu.

Peter Dass

Seinasta útgávan, sum Niels hevur greitt úr hondum er: Bíbilskar vísur og katekismussangir – Peter Dass á mannatungu við løgum í føroyum. Her syngur Niels saman við Eilini Hansen. Hann hevur á øðrum fløgum latið góðar ungar  sopranir verið við í tilgongdini, tá ið útgávurnar hava sæð dagsins ljós. Nevnast kunnu Linda Toftegaard, Maria Eliasen, Lív Næs og  Nicolina Midjord. Tað er ein litborin dámur í hesi tilgongd hjá Nielsi. Vísurnar hjá Peter Dass fór Niels í holt við og fyrireikaði  til 500 ára hátíðarhaldið fyri trúbótina 2017. Peter Dass er besta kendur í Føroyum fyri sínar bíbilsku vísur, sum siga frá søgum úr Gamla Testamenti, og sínar katekismussangir. Hann skrivaði ein drúgvan  sang til hvønn lærusetningin í Luthers Lítlu Katekismus, og hesar andligu vísurnar hava verið so mikið nógv nýttar her á landi, at tær hava fingið egin føroysk løg. Marianna Clausen teknaði upp hesi løgini út frá egnum upptøkum og upptøkum, sum onnur undan henni høvdu gjørt, og savnaði tey  í bókina: Andlig vísuløg í Føroyum. Hesi løg eru sprottin úr tí føroyska jørðildinum og hava einki tilvitað samband við tey norsku upprunaløgini.

Ja, tað er mangt og mikið, ið sigast kann um hetta. Nevni eisini Faðir vár -sálmarøðina hjá Mikkjali á Ryggi sungin til føroysk fólkaløg, sum Niels hevur latið í og tilgjørt til sálmarnar hjá Mikkjali á Ryggi, Faðir. Niels og Eilin syngja hesi løg. Her fellur einki av teirra millum. Niels er ein Guðs vinur, sum hevur tikið hjólbørurnar í hesi tónaverð og ført tær fram í ljósmála í glitrandi andaligari vætu.... So nógv veldst um - eina reyða hjólbøru glinsandi – av vætu millum – hvítan flogfenað.... Ja, sjálvt hjólbøran hjá Lundsbjerg letur ljóðið av sær til hesa gongd.

Konsert verður í Mentnarhúsinum leygarkvøldið 10. nov kl. 20:00 við Nielsi og Eilini, sum syngja Peter Dass.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar