Lýsing

Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.11.2018 - 13:18 Tíðindaskriv Tíðindi

 

Klippfisk skipar aftur í ár fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 16.-18. november. Filmskappingin er fyri øll - roynd og óroynd, ung sum eldri. Tað er ókeypis at luttaka og vinningurin er kr. 10.000. Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum 23. februar.

Fríggjakvøldið 16. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina avdúkað á Reinsarínum í Havn. Luttakararnir hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguleiki verður fyri at brúka Reinsaríið alt vikuskiftið til eitt nú at arbeiða við filmshugskotinum og klippa filmin. Tey, sum ikki hava møguleika fyri at vera á staðnum, eru vælkomin at luttaka við at fáa evnið sendandi.

Allir filmarnir, sum luttaka í kappingini, verða sýndir í Perluni mánakvøldið 19. november kl. 19, har vinnarin verður avdúkaður.

Longdin á filminum skal í mesta lagi vera 4 minuttir.

Onki mark er á útgerðini. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Melda til sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og tlfnr. til klippfisk@klippfisk.fo Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 9. november kl. 20.

Sí nærri kunning á facebooktiltakinum: https://www.facebook.com/events/351548858913264/

Heili tríggir filmar frá filmskappingini í fjør vórðu tilnevndir til Geytan 2018. Sí stuttliga vinnarafilmin frá filmskappingini hjá Klippfisk í fjør her: https://www.youtube.com/watch?v=TiAfIkhRduk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnufundur í Spania­stovu og Beinta á Bó…
Team Klaksvík fylgdi við VÍF í 40 minutt…
Styrkir og veikleikar hjá norska KÍ miðv…
75 ára føðingardagur
Skúli og skúla­stjóri í 30 ár
Gongd á Fjørðuvegin í Runavík
Pápin til horvna mannin takkar føroyingu…
Javnaðarkvinnur á bindiklubbarundferð
Sera stór undirtøka til Royal Run í Klak…
Áheitan á forkvinnuna í fíggjar­nevndini
Útróðrarbátar­nir vestanfyri í nátt
Hagafundur fyri Úti í Líð á Viðareiði
Uppskot um at yvirtaka lands­læknaembætið…
Vælumtókta útbúgvingin ÚSSM19 byrjar í j…
Klaksvíkar Sjónleikara­felag leitar eftir…
Skrið seinnapartin
Spennandi vinnufundur í Spania­stovu
Krúnprinsu­rin á Norð­oyastevnu
Flaggsigling 2019
Eru í ferð við at venda avlopið til hall