Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hon letur kvinnur í politiskt

SKRIVAÐ: Karin Kjølbro  |  09.11.2018 - 15:56 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

 

Bókaframløga í Mettustovu 7. november 2018.

Góða Beinta tillukku við hesi tiltrongdu bók og takk fyri, at tú fórt undir hana. Tað verður ofta sagt, at kvinnur ongatíð fáa pláss í politisku søguni. Nú hevur tú gjørt nakað við tað, og tað fara komandi ættarlið at vera  tøkksom fyri. Sjálvandi skuldi ein kvinna til fyri at fremja hetta.

Tað er ein serlig gleði at hitta teg og  tykkum øll her í Mettustovu, ið er meira enn trýhundrað ára gomul, og sum hevur hýst so nógvum ymiskum bæði fólkum og tiltøkum.

Síðani 1961 er húsið ogn hjá Kvinnufelagnum, og her hava vit verið nógvar, ið hava livað, virkað, grinið og grátið.

Slík bók eigur sjálvandi  at vera framløgd her. Kvinnufelagið var stovnað 1951 við tí endamáli at menna kvinnur bæði mentunarliga, politiskt og samfelagsliga.

 

 

 

Nú  bókin um kvinnur í landspolitikki er komin, so lat meg sleppa at siga eina søgu allarfyrst um leiklut kvinnurnar heilt frá skapanarsøguni. Hon var framborin í Norðurlandahúsinum av ein svenskum ráðharra í samband við, at Margreta drotning vitjaði her og sigur nakað um, hvussu glaður fyrsta mansbarn á foldum var fyri kvinnuna. Hetta var røðan fyri kvinnunum, ið vóru gestir. Haldi hon tolir at vera endurtikin.

Hann segði nakað soleiðis: Tað var tá Guð var liðugur við skapannarverkið og at enda hevði gjørt eina kvinnu av einum rivjabeini  hjá Adami, at hann  fór at hvíla seg.

Adam og Eva vóru tá  framvegis í Edens urtagarði.

Dagin eftir hevði Guð nakað at tosa við Adam um og fór tí aftur í Edens Hava. Men nú  var Adam ikki at síggja nakrastaðni og mátti  Guð  rópa á hann fleiri ferðir.

Umsíðir kom Adam fram á øllum fýra. Og tá hann sá Harran segði hann: Á góði Guð, kanst tú ikki gera eina kvinnu av øllum mínum rivjabeinum. 

Kæru tit allar!

 

 

 

Longu áðrenn kvinnur komu inn á ting, høvdu kvinnurnar her í húsinum havt basarar til tess at útvega nýggj røntgentól  til Landssjúkrahúsi. Eisini fekk  Tórshavnar Havn  pening til at ogna sær ymiska bjargingarútgerð. Tær útveðaðu 45.000 kr. og vístu harvið, at væl ber til at arbeiða politiskt uttan at vera vald til tað.

Beinanvegin byrjaðu tær at virka fyri at fáa kvinnur valdar bæði  í Bý- og bygdaráð og í Løgtingið. Skipað var fyri skeiðum fyri kvinnur, so tær betur kundu kenna seg førar fyri at standa fram sum valevni. Felagið var sjálvandi ikki partapolitiskt.  

Eisini vóru skeið fyri kvinnuligar íverksetarar eins og skeið var hildið um kynsliga misnýtslu av børnum fyri m.a. barnaverndarlimum.  Tær vóru virknar í stríðnum fyri friði og tær luttóku í friðargongum um alla verðina eins og tær vóru virknar fyri fylkingini Føroyar Atomvápnafríár.

Vit luttóku í Kvinnuráðstevnum um alla verðina, og serliga minnisríkt var, tá vit fóru á ráðstevnu til Oslo 175 kvinnur, (hin yngsta 3 mánaðir og hin eldsta 80 ár) og búu umborð á Smyrli í 10 dagar og løgdu saman ráð.

 

 

Kvinnuhúsfelagið, var íbirt her fyri skjótt 30 árum síðani ein sunnudag í óveðri, har Strandferðslan avlýsti, men her var gylt av konum - 2 ferðir so nógv sum loyvt var at vera inni her, og tær komu úr øllum Føroyum, og Kvinnuhúsið fyri kvinnur, ið eru fyri harðskapi, hevur virkað síðani.

Og Mettustova var eisini staðið at hittast, tá tað var trupult  at virka í kommunu- og landspolitikki.

Politiskt hevur tó meira borið til, enn væntað. Ein eldsál her í húsinum  var Lisbeth Petersen, ið bæði náddi at gerast borgarstjóri í Havn, tingkona og fólkatingskona eins og forkvinna í flokki sínum. Takk góða Lisbeth, um tú er her.

Ein onnur stríðskvinna er Marita Petersen. Hon er ikki meira, men hon megnaði at gerast tingkona, floksforkvinna, løgmaður og løgtingsformaður.

Havi hug at leggja aftrat, at her eru tvíburðar í kvøld, hvørs mamma, omma og langomma allar hava sitið á tingi og langabbin var ein navnframur løgmaður. Tær eru Karin og Beinta

Í dag er greitt, at flokkar, ið ikki hava kvinnur valdar, eru sera forharmaðir. Teir vita, at tað gevur flokkinum vánaligt image, og nú skulu teir stríðast fyri vælvild frá kvinnunum.

Nógvar kvinnur kundu verið nevndar aftrat í kvøld, men tað verður á øðrum sinni. Meira er alsamt at stríðast fyri, og latum okkum ikki gloyma fakfelagskonurnar, ið hava stríðst í  skjótt  100 ár og sum framvegis stríðast fyri javnstøðu og ímóti mismuni í lønarmongini millum kvinnur og menn.

Góða Beinta Løve.  Sum allar kvinnur  vita, so skalt tú í politikki vita fyri at virka. Henda bók er eitt amboð aftrat - eisini til ungdóm okkara.

Við hesi bók  letur tú  verðandi og komandi polittikkarar í, og serliga stuttligt er tað, at tú letur tær í politiskt  í eldsta klæðnamótahúsinum  í Havn, sum William Heinesen kallar Mettustovu.

Og nú noyðast menn á tingi at keypa bók tína. Tí nú er liðugt við at gita, nú vilja  eisini teir  vita.

Fyri hetta takka vit tær av heilum hjarta.

 Karin Kjølbro

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB