Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Hetta er A-landsliðshópurin til útidystirnar í Aserbadjan og á Malta

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.11.2018 - 20:01 Ítrottur Tíðindi

M.a. er eitt av nýggju B36 ''keypunum'' við í hópinum.

Fsf.fo skrivar:Tveir dystir eru eftir at spæla í UEFA Nations League bólkaspælinum, og fyri føroyska liðið er setningurin greiður: Um Føroyar skulu hava nakran kjans at spæla seg víðari í kappingini, er tað eitt krav, at føroyska liðið vinnur á bæði Aserbadjan og Malta, samstundis sum Kosovo bara fær eitt stig í sínum dystum móti Aserbadjan og Malta.

 

Síðani landskappingin í Betri Deildini endaði fyri tveimum vikum síðani, hevur A-landsliðið vant regluliga. Talan hevur verið um heimligu spælararnar, umframt teir, sum spæla í íslendskum fótbólti, og harafturat hevur Lars Olsen eisini havt nakrar av U21-spælarunum til venjing.

 

Venjingarstøðan hjá føroysku spælarunum er góð, og tað er einki at ivast í, at kapping hevur verið um plássini á landsliðnum, nú endaligi hópurin til komandi UEFA Nations League dystir skuldi úttakast.

 

Seinasta venjingin, áðrenn endaligu úttøkuna, var fríggjakvøldið, og nú er greitt, hvørjir teir 23 útvaldu spælararnir eru, ið Lars Olsen og Jóannes Jakobsen ynskja skulu umboða Føroyar til komandi landsdystir.

 

Fýra broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til seinast, tá Føroyar spældu á heimavølli ímóti Aserbadjan og Kosovo. Og av teimum er ein, ið ikki hevur verið á A-landsliðnum áður. Talan er um Jákup Ludvig Thomsen, sum avloysir Finnur Justinussen.

 

Framherjin úr Næstved hevur ein lítlan skaða at dragast við, og harafturat skal Finnur Justinussen til próvtøku, tá landsliðið spælir á Malta. Tískil hevur Finnur givið avboð til komandi landsliðsuppgávur.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)

Magnus Egilsson, HB

Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur H. Olsen, FH (ICE)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Árni Frederiksberg, NSÍ

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Jákup L. Thomsen, FH (ICE)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Núpur góðan túr norð­anfyri
Nógv hýsa og longa á Føroya Banka
Kvikk landar á Kósini í morgun
Ríkisveitingin bjargar 14. september-sam…
Team Klaksvík vann í Kollafirði
Flott Eyðgunn!
Høgni Hoydal og Fiski­mála­ráðið kæra John…
Sum smádrongur raks eg á plenuni í tíð…
Ynskja føroyingar ikki eitt gott heilsu-…
200 ára hátíðarhald á Nesi fyri Hammersh…
Eldrasamkoma í Betesda  
Landstýris­kvinnan í Heilsumálum, skal sv…
Ótrúliga flott í Abu Dhabi
Mjølnir fingu bank
KÍ væl umboðað á A-lands­liðnum
Team Klaksvík í Kollafirði mikukvøldið
Magnus spyr um yvirtøkur
Óneyðugt hjá Klaksvíkar Kommunu at eiga…
Nú verða hjartastartarar settir upp krin…
Lýsing