Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá tey sum fylgdu Jesusi povokeraðu hann

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.11.2018 - 13:01 Mentan Tíðindi

Jesus var mangan provokeraður av teimum, sum sóu hann sum eina hóttan móti síni egna veldi og makt. Men hann bleiv sanniliga eisini provokeraður av teimum sum elskaðu hann og fylgdu honum líka til hann fór heim til faðirin.

Jóhannes skrivar m.a. um tá tey, sum fylgdu honum, tóku sakina í egnar hendur og vildu skapað eitt ríkið við Kristus sum kongi, bygt á lógir úr gomlu paktini:
 
Jóh. 6:14 
Táið nú fólkið sá tekinið, ið Hann gjørdi, søgdu tey: "Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!"
 
Jóh. 6:15 
Táið nú Jesus skilti, at teir fóru at koma og taka Hann við valdi at gera Hann til kong, fór Hann niðan aftur á fjallið heilt einsamallur.
 
Og tá Jesus seinri kemur fram fyri fólki hartar hann fólkahusaninna:
 
Jóh. 6:26 
Jesus svaraði teimum: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vórðu mett.
 
Jóh. 6:27 
Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað."
 
Jóh. 6:28 
Tá søgdu teir við Hann: "Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?"
 
Jóh. 6:29 
Jesus svaraði teimum: "Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent."
 
——
 
EITT annað dømi er tá relgiøsu leiðararnir, royndu at seta hann fastan.
 
Matt. 22:36 
"Meistari! Hvat er hitt stóra boðið í lógini?"

Matt. 22:37 
Hann svaraði honum: ""Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum."

Matt. 22:38 
Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.
 
Matt. 22:39 
Men annað er hesum líkt: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan."
 
Matt. 22:40 
Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir."
 
Jesus svarar her einum beinleiðis spurningi við at samankóka alla skriftirnar. Hann skerur út í papp boðskapin í allari bíbliuni, so øll, lærd sum ólærd kundu skilja hann.
 
Havi hug at skoyta orð Paulusar uppí greiðu útmelding Jesusar:
 
1. Kor. 8:1
..... kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp;

1. Kor. 8:2 
heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita;

1. Kor. 8:3 
men tann, sum elskar Gud, er kendur av Honum - .......
 
Legg merki til at har stendur einkið um at vit kenna tann sum elskar Gud 
 
MEN
Tann sum elskar gud er kendur av HONUM!!!
 
——-


 
Nú náttin undan ljósinum flýggjar,
úr myrkursins svøvni vit vekjast til dag.
Hugsi eg um orðið, sum heimurin skýggjar,
tað sum meg kallar til lívsins stað.
 
Til dýrd hann sjúku Lazarus vendi,
tá vesalur hann út úr grøvini steig.
At vitna um Guðs náði hann út okkum sendi,
um Kristus sum einsamur deyðan leið.
 
Tá frelsunnar boðskap til lógreglur verða,
Hann frá okkum flýggjar til einsemi sítt.
Trúgvin til frelsu á lógir ei byggja
men “Elska tín næsta” er lívið frítt.
 
Harrin hin sæmi um hárið tað gránar
tá ungdómsins fagurleiki teg sveik.
Kærleikur størsti fekk myrkri at fána,
tá sonur Guðs úr deyðans ríki steig.
 
John William Joensen
Í lýsingini vesturi á Zarepta týsmorgunin 17. Juli 2018
 
 
Sí annars Samfelagsstevnu á Høllini á Hálsi, har m.a. Betesdakórið var gestur gjárkvøldi.
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar