Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsókn – gomul aftursøgn? - hurlivasin í samgonguni

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  12.11.2018 - 09:03 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

 

Nú hevur aftur verið rok í sosialistisku gonguni. Hesaferð var tað Framsókn, sum dreyt í egið politiskt reiður.

Tað var altíð væntandi. Flestu eygleiðarar hava spátt, at tá tingskeiðið fór at halla, fór formaðurin at gera seg bemerktan – at renna undan egnum skuggum.

Brostnar ballónir

Úrslitini farna valskeiðið eru eisini soltin. Úr vinnu- og uttanríkisráðnum er einki komið undan kavi. Vinnupolitikkurin er frá 2006 – Vinnuhúsið hevur áhaldandi sóknast eftir dagføring, einki er hent.

Útlendingamálið endaði í eini skuffu. Á uttanríkisøkinum bara fuglar á takinum. ES, EFTA, Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið, Arctic Circle, Bretland, Kina, Suðurkorea, WTP, IOC o.s.fr. – eingi úrslit. Uttanlandsferðir, sjampanja og skáltalur – tíðindaskriv, klemm og myndatøkur. Kortini eitt undantak, føroyski sendimaðurin í Danmark er sekkjaður.

Fríhandilin við EABS var eingin fríhandil tá avtornaði, visti Tatiana Valovaya, evruasiski ráðharrin, at siga í august...?

Av øðrum brostnum ballónum – stjórnarskipanin, tjóðleikahúsið, einki føroyskt loftrúm, nýggja Nólsoyarferjan vrakað, hóast samtykt av undanfarnu samgongu og farin í útboð o.m.a.

Skorðan

Í Løgtinginum hevur flokkurin hinvegin verið skorðan undir útreiðslupolitikkinum. Við leiðsluni í fíggjarnevndini hevur hann verið álitið fyri størsta almenna vøkstrinum síðani 80-ini. Ein heil milliard í vøkstri síðani 2015.

Helvtin fjald í grunnum og øðrum eksternum skipanum - ikki annað enn kreativ bókføring – m.a. skorið fólkapensiónina og lagt útreiðslurnar í Samhaldsfasta, har skattað verður bæði við inn- og útgjaldi. Stóri vinnarin er landskassin – taparin sum vant løntakarin.

Flokkurin hevur hækkað bensin- og dieselavgjaldið, tvífaldað tinglýsingargjaldið, hækkað vektgjaldið, hækka umhvørvisgjøldini o.s.fr.

Umframt eru kommunurnar spentar fyri at rinda partar av almenna ballinum - uttan tær yvirhøvur eru spurdar.

1% av skuldini

Samstundis hevur flokkurin verið garantur fyri, at púra selektivt hækkaðu gjøldini á fiski- og alivinnuna eru framd, so høvuðvinnunar mestsum einsamallar rinda útreiðsluvøksturin.

Hóast samgongan breggjar sær av at hava lagt góðar 300 mio kr til síðis í búskapargrunn, er talan um politiskt stás. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum segði í Løgtinginum, at landsstýrið higartil bert hevur goldið 47 mió. kr. av skuld landskassans, sum er 1% av skuldini, nú vit hava bestu tíðir í Føroyum nakrantíð?!

Samstundis kom undan kavi, at úrslitið hjá landskassanum væntast at minka niður í helvt longu í ár!

Ein heil milliard

Búskaparráðið staðfestir eisini stutt og greitt, at landskassin í 2017 hevði 775 milliónir í inntøku av forskattingini av pensiónum og av gjøldum á alivinnuna og fiskivinnuna at rinda fyri almennu nýtsluna.

321 mio kr frá útspiltu forskattingini og restin – 454 mio kr frá fiski- og alivinnuni.

Vóru hesar inntøkurnar ikki, hevði úrslitið hjá landskassanum í 2017 verið eitt hall uppá 112 mio kr.
Og tá er danski blokkurin og tær gott og væl 200 mio ríkiskrónurnar til danskar stovnar ikki taldar við. Verða hesar 800 mio kr tiknar við í roknistykkið og drignar frá – ja, so er reella undirskotið nærri túsund milliónum – einari milliard! Tosaði nakar um fullveldi?

Fikublaðið og lokabrøgdini

Tað skal størri fikublað enn paraduuppskot floksins í tinginum at fjala førda sosialistiska politikkin.

Tí verður neyðugt við meira catwalki hjá politiska klípinum at fjala egnan leiklut í førda 80ara-líka politikkin.

Skilliga ein aftursøgn frá farnum tíðum.

Samstundis sveimar formaður Tjóðveldis sum vant undir radarunum – hini hava sum altíð misskilt tað heila.

Sum serkønur í lokabrøgdum, verður fokussið flutt frá kvotum í menningarætlan? Nú er produseraði boðskapurin, at hann vil bjarga góðu gongdini í fiskiskapinum?

Trilkandi fiskiskapurin, sum er íkomin undir fiskidagaskipanini, og sum landsstýrismaðurin slettis ongan lut eigur í.

Og forrestin, hvar bleiv lógin um veiðigjaldið av?

Ímeðan roynir løgmaður, sum illa royttur hani, fimlandi og ráðaleysur at halda skil á politiska høsnarhúsinum.

Sum maki 3 í sosialistiska triumviratinum, fekk løgmaður í politiska parlagnum lutin sum ørindasveinur, meðan maki 1 og 2 hóreiggja sær sum teimum hóvar á leikpallinum.

Og regeres vi af .........

Bjarni Djurholm

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…