Lýsing
Lýsing

Viðmerking til Theodor Dam Olsen

SKRIVAÐ: Jóannes Ismarson Joensen  |  12.11.2018 - 09:23 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Viðmerking til sendingina Credo í Kringvarpi Føroya sunnumorgunin 4. november 2018.

Theodor Dam Olsen, prestur, segði við endan av sendingini hesi orð: “Kristindómurin sigur, at tey deyðu eru í góðum hondum”. Men so er als ikki. Tú tekur stórliga feil, góði Theodor Dam Olsen. Hin sanni Kristindómurin, Kristindómurin í Heilaga Anda Guds, sigur greitt, at tey sum deyð eru í Kristusi, eru í góðum hondum, tí at tey trúðu á Kristus Jesus til frelsu longu her í lívinum. Tey fagnaðu Kristusi sum teirra Frelsara og Harra, og livdu lív teirra í lívssamfelagi við Harran. Men tey, sum doyggja uttan Kristus, koma at misfarast í allar ævir, fara æviga fortapt, ella glatast æviga - tey innsigla teirra æviga dóm.

Hetta er álvarsom tala um eina æviga uppreisn til ævigt lív fyri tey frelstu, og eina uppreisn til ævigan dóm fyri tey, sum vraka náðitilboðið mikla, sum givið er í Kristi Jesusi.

Máttu hesi fáu álvarsomu orð vakt sálir upp til ikki at sigast undan eini avgerð, til ævigan undirgang, men trúgva á Harran Jesus Kristus, sálini til frelsu. (Heb. 10:39; Jóhs. 3:14-16, 36; Jóhs. 5:24-29; Dán. 12:2-3)

Land, land, land! Hoyr orð Harrans! (Jer. 22:29)

Á ættarlið, gev orðið Harrans gætur. (Jer. 2:31)

Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald (Op. 20:6).

 

Jóannes Ismarson Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…