Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alivinnan rættar skeivleikar í KVF sending

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.11.2018 - 14:54 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna


Havbúnaðarfelagið heldur tað vera gott, at KVF hevur tikið spurningin upp um umhvørvisávirkan frá alivinnuni. Tíverri hevur vinklingin av sendingini viðført, at stórir partar av sendingini ikki góvu eina rættvísandi mynd av umhvørvisávirkanini frá alivinnuni.

Tað er gott at Kringvarp Føroya hevur sett orku av til at lýsa alivinnuna so umfatandi, sum gjørt varð í sendingini ”Undir laksin” hóskvøldið 8. november 2018. Umhvørvisligu avbjóðingarnar hjá alivinnum kring knøttin hava verið kendar leingi, men í Føroyum er áhugin ikki kyknaður av álvara fyrr enn hesi seinnu árini.

Tá ein tílík sending skal skerast til, mugu altíð nøkur frával gerast fyri at skerpa vinkulin og boðskapin. Í hesum førinum hevur KVF tíverri í fleiri førum gjørt ov nógv av og sæð burtur frá tøku vitanini á økinum og tí sannroynd, at alivinnan støðugt arbeiðir hart fyri at tillaga seg umhvørvið. Tí ynskir Havbúnaðarfelagið at nýta hetta høvi at vísa á, at vinnan hevur stóra virðing fyri umhvørvisárinunum, og at tað í vinnuni støðugt verður arbeitt við loysnum á hesum avbjóðingum. Loysnir, ið skulu tryggja, at alivinnan eisini komandi áratíggjuni kann vera livibreyð føroyinga.

Hóast tað eru fleiri viðurskifti í sendingini, sum Havbúnaðarfelagið kundi hugsað sær at viðmerkt, fer Havbúnaðarfelagið í hesum umfari einans at viðmerkja tað, sum varð borið fram um útlátið av lívrunnum evnum, um avlúsingarevni og um djóralívskanningar:

-  Nýtslan av avlúsingarevnum er minkað munandi seinnu árini

Í sendingini varð nevnt, at nýtslan av diflubenzeron var minkað niður í 0 í 2017, men at alivinnan framvegis nýtti 1500 tons av brintyviriltu (hydrogenperoxid). Fyri líkasum at undirstrika álvaran í málinum, vórðu myndir vístar av stórum tangum ætlaðir til hydrogenperoxid. Um sendingin hevði havt tey nýggjastu tølini fyri 2018, hevði borið til at sæð, at nýtslan av hydrogenperoxid eins og nýtslan av diflubenzeron hevur verið 0 í 2018. Hetta kundi Apoteksverkið váttað fyri KVF. Orsøkin til niðurgongdina í nøgdunum av avlúsingarevnum er, at føroyska alivinnan hevur gjørt nógv fyri at nýta aðrar hættir at fyribyrgja og viðgera fyri laksalús. Eitt nú stór smolt, rognkelsi, feskvatn, hitaviðgerð og mekaniska avlúsing.

- Alivinnan eigur bert heilt fá prosent av samlaðu ávirkanini á fjørðin

Tá tað kemur til ávirkanina av lívrunnum tilfari á ein føroyskan fjørð, er tað náttúran sjálv, sum hevur størstu ávirkanina. Tær kanningar, sum Gunnvør á Norði, ph.d. og granskari á Fiskaaling í 2006 gjørdi á Kaldbaksfirði vístu, at útlátið av lívrunnum tilfari frá alivinnuni var so lítið sum 1% av samlaða ávirkanina av lívrunnum tilfari á fjørðinum. Restin av lívrunna tilfarinum kemur frá øðrum keldum, har stórur partur kemur rekandi frá havinum inn á firðirnar.

 - Ávirkanin av lívrunnum tilfari er beint undir aliringunum og er ikki varandi. Mesta ávirkanin er beint áðrenn tøku, tá mest fiskur er á aliøkinum. Kanningar vísa, at økið kemur fyri seg aftur áðrenn næstu útsetu.

Í sendingini kundi tú fáa ta fatan, at alivinnan ávirkar allan fjørðin. Tað kom ikki nóg væl fram, at seinastu 20 árini eru umhvørviskanningar gjørdar, sum skulu lýsa umhvørvisávirkanina frá alivinnuni. Botnkanningar, sum eru gjørdar beint undir aliringunum, aðrastaðni á aliøkinum, og uttanfyri aliøkið á firðunum geva greiðar ábendingar um, at ávirkanin av lívrunnum tilfari er lokal, undir aliringunum, og at lítil og eingin ávirkan er frá alivinnuni longri burturi.

Tað kom heldur ikki nóg væl fram, at ávirkanin av lívrunnum evnum á botninum undir aliringunum er lítil, tá laksurin verður settur á sjógv, og at ávirkanin sjálvsagt er størst beint áðrenn tøku. Í sendingini kundi tú fáa ta fatan, at ávirkanin á botnin undir aliringunum støðugt er høg, men tað er ikki rætt (sí eisini faktaboks niðanfyri). Harumframt er ávirkanin á havbotnin undir ringunum ikki varandi, og eingin fiskur verður settur út, fyrr enn botnurin undir ringunum er komin fyri seg aftur.

- Djóralívskanningar eru gjørdar í 20 ár

Í sendingini kundi tú eisini fáa ta fatan, at lítil og eingin vitan var um ávirkanina frá alingini á djóralívið á firðunum. Havbúnaðarfelagið heldur at tað átti at verið nevnt, at djóralívskanningar hava verið gjørdar á øllum alifirðum triðja hvørt á í 20 ár. Tað finnast sostatt umfatandi upplýsingar um djóralívið og møguliga ávirkan frá alingini gjøgnum tvey áratíggju.

Føroyska alivinnan hevur sett sær sum greitt mál at vera ein burðardygg vinna, so núlivandi føroyingar og okkara eftirkomarar kunnu hava eitt trygt tilverugrundarlag frá alivirksemi í Føroyum. Í hesum sambandi heldur Havbúnaðarfelagið tað vera týdningarmikið, at vit hava neyðugu vísindaligu vitanina um umhvørvisávirkanina. Hoast vit longu vita nógv frá teimum kanningum, sum eru gjørdar seinastu 20 árini, hevur tað týdning, at vit allatíðina hava dagførda vitan, og betra okkara kanningarhættir.  Havbúnaðarfelagið tekur tí fult undir við, at fleiri vísindaligar kanningar verða gjørdar av umhvørvinum á føroysku firðunum; herundir eisini, at meira verður granskað í teimum djóralívskanningum, sum eru gjørdar seinastu 20 árini.

Havbúnaðarfelagið heldur tað eisini hava týdning at hava eina kritiska pressu, sum kann seta kikaran á umhvørvisspurningar og heldur tað vera gott, at KVF hevur sett eitt týðandi evni á dagsskrá. Havbúnaðarfelagið mælir til, at fleiri sendingar verða gjørdar um tað umhvørvið, sum vit øll í Føroyum skulu liva av og við.

Havbúnaðarfelagið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB