Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferð á fullveldi

SKRIVAÐ: Hervør Pálsdóttir  |  12.11.2018 - 15:03 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Í góð trý ár hevur Tjóðveldi verið við til at stjórna landinum og víst, at flokkurin er stjórnarberandi. Løgtingsval er um eitt lítið ár og sjálvsagt skal Tjóðveldi halda á fram í stjórn.

Samgongan hevur m.a. framt fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan, broytt hjúnarbandslógina, barnaískoyti, hækkað lestrarstuðulin til hægri lesandi, byggingin av Havrannsóknarskipinum er byrjað, fryst blokkin og heimtikið persóns-, familju- og arvamál. Hetta eru bara nøkur av teimum mongu avrikunum hjá samgonguni, men hetta er als ikki nokk.

Alt ov fá mál hava verið á fullveldisleið. Føroyar hava ongantíð verið ríkar sum júst nú, og avlopið á fíggjarlógini er stórt. Tað er bara við at taka neyðugu stigini á fullveldisleið, at vit av álvara taka ábyrgd fyri okkara samfelag og tað er bert sum fræls tjóð, at vit av álvara kunnu skipa okkara samfelag eftir okkara fortreytum. Høvuðsmálið hjá komandi samgongu má verða at koma enn nærri fullveldi. Um ikki nú, nær so?

Vit eiga ikki at vera so bangin at snakka um loysing. Tað er lykilin til at tryggja okkara samfelag. At taka fullveldi yvir okkara landi er tað amboðið, vit skulu brúka, til at skapa karmarnar um eitt betri føroyskt samfelag. Fullveldi tryggjar okkum bestu ávirkan á egin viðurskifti, og letur dyrnar upp fyri betri altjóða samstarvi. Fullveldi snýr seg ikki bert um tjóðskaparligar kenslur, men um ábyrgdarkenslur. Vit mugu taka ábyrgd av egnum landi, fyri at skipa karmarnar til okkara fólk.

Til komandi samgongusamráðingar eigur Tjóðveldi at seta størri krøv til stig á fullveldisleið. Blokkurin skal strikast og ferð skal setast á heimtøkur! Komandi valskeið skal dómsvaldið og løgreglan yvirtakast.

Hervør Pálsdóttir

Forkvinna, Unga Tjóðveldið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…