Lýsing
Lýsing

Frávik á trý prosent ikki óvanlig í byggivinnuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.11.2018 - 15:21 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

BYGGING: Meirnýtslan í sambandi við stóru verkætlanina við Marknagil liggur innan fyri tað, sum kemur undir vanligt frávik í byggivinnuni. Bæði tá ræður um her heima og aðrastaðni. Tað hendir meira enn so, at frávik millum eitt og trý prosent í byggiútreiðslum vísa seg, tá slíkar verkætlanir verða gjørdar upp.
Málið um meirnýtsluna í skúlabyggingini á Glasi er eftir øllum at døma farið eitt sindur av sporinum. Almenningurin kann tískil hava fingið ta fatan, at Landsverk frásigur sær alla ábyrgdina av meirkostnaðinum. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Landsverk tekur fulla ábyrgd av meirnýtsluni, men vísir samstundis á, at hetta hevur sínar orsøkir.

Eftir umbøn frá Mentamálaráðnum hevur Landsverk greitt frá orsøkini til, at ein meirútreiðsla á umleið trý prosent er staðfest í sambandi við verkætlanina við Marknagil. Í frágreiðingini til Mentamálaráðið vísir stovnurin á, at meirnýtslan liggur innan fyri tað, sum er vanligt í byggivinnuni, og hevur somuleiðis greitt frá, hvat peningurin er nýttur til.

Ein meirútreiðsla, sum stendst av ósamsvari millum tilboðslistar og tekningar, er ikki óvanlig í eini byggitilgongd. Sjálvt um Landsverk í allari byggitilgongdini hevur gjørt alt fyri at halda kostnaðarætlanina, so helt hon ikki, tá alt skuldi gerast upp.

Hetta er ikki nøktandi og sjálvandi ikki tað úrslitið, sum byggiharrin setti sær fyri. Hinvegin vísa allar royndir, at tað nærum er ómøguligt hjá einum ráðgeva ella byggiharra at framleiða eina verkætlan við fullkomnum samsvari millum tekningar og tilboðslistar. Frávík úr einum upp í trý prosent eru heilt vanlig, tá ræður um byggiverkætlanir av slíkum slagi. Bæði hjá almennum og privatum byggiharrum.

Umframt hetta hevur Landsverk fleiri ferðir víst á, at tað eisini eru onnur viðurskifti, sum hava elvt til seinkingar og meirkostað. Eitt nú ein roknivilla og húsagangur tíðliga í byggitilgongdini, eins og arbeiðssteðgur og aðrir trupulleikar, ið stóðust av hesum. Hetta hevur gjørt tilgongdina sera trupla fyri byggiharran og tey, ið hava staðið fyri byggingini. Tá hetta er sagt, heldur Landsverk, at talan hevur verið um eina sera spennandi og framskygda verkætlan, sum vit føroyingar kunnu vera ernir av.

Ikki einans er talan um ein serstakan og stórslignan bygning, men harafturat eru skaptir framúr góðir karmar um lestrarumhvørvið hjá okkara ungdómi, eins væl og fyri bæði lærarar og hini starvsfólkini á Glasi. Tað er tí eingin ivi um, at valið av arkitektauppskotinum hjá BIG var tað rætta. Tó var talan um eina eftir føroyskum viðurskiftum óvanliga stóra og torgreidda verkætlan, sum vit øll onkursvegna hava undirmett, men hava lært nógv av, vísir Landsverk at enda á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…