Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kaj Leo Johannesen spyr...

SKRIVAÐ: Kaj Leo  |  12.11.2018 - 15:27 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Kaj Leo spyr um innlegging av børnum saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) uminnlegging av børnum saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

 Kann landsstýriskvinnan greiða nærri frá:

1.    Er tað rætt, at børn nýliga hava verið innløgd saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum?

2.    Hvørji ítøklig tiltøk eru sett í verk seinastu tíðina ella í 2018, fyri at bøta um umstøðurnar hjá børnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum?

Viðmerkingar

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað hevur áður verið ført fram, at børn verða innløgd á Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum saman við vaksnum, hóast tað av fakfólkum verður frárátt at gera tað og í okkara nærmastu grannalondum verður hetta ikki gjørt.

Løgtingsins Umboðsmaður nevnir í Frágreiðing frá eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum 20. oktober 2016 fylgjandi: “Undir eftirlitsvitjanini varð upplýst, at eitt barn yngri enn 15 ár var innskrivað á opnu eindini á P40, tað vil siga saman við vaksnum.”

Tað, sum verður nevnt 'avskerming' og foreldrainnlegging, er ikki nøktandi og eigur ikki at verða góðtikið í einum framkomnum, demokratiskum samfelag, sum gevur seg undir Altjóða Mannarættindasáttmálan.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað vísir seg framvegis at verða stórur tørvur á betringum og menning á hesum økinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…