Lýsing
Lýsing
Mynd: kambsdalur.fo

Kvøldseta á Kambsdali

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.11.2018 - 08:41 Tíðindaskriv

Týskvøldið 13. novembur kl. 19 verður árliga heystkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali. Høvi verður at síggja skúlan og at kunna seg um tað, ið fer fram á skúlanum.

Næmingar á skúlanum fara at framføra tónleik, vísa filmar, greiða frá námsferðum, hava hoyrispøl, lesa upp stuttsøgur og yrkingar.

Eisini fara næmingar í lívfrøði at greiða frá planktonkanningum, sum tey hava gjørt á Skálafjørðinum.

Sum nakað nýtt fer skúlin at hugleiða um noðurlendska samstarvið sum skúlin er blivin partur av. Ein serstøk norðatlantisk breyt byrjar komandi summar. Næmingarnir á hesi breyt ganga fyrsta árið í skúla í Danmark, annað árið í Føroyum og Íslandi og triðja árið í Grønlandi. Somuleiðis verður greitt frá øðrum samstørvum

Kvøldsetan er eitt gott høvi hjá teimum, sum umhugsa at fara undir eina miðnámsútbúgving at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá familju og vinfólki hjá næmingum á skúlanum at uppliva skúlan.

Ein flokkur, sum samlar pening inn til námsferð, fer at selja kaffi og annað. So havi reiðan pening við.

Vit gleða okkum at síggja teg týskvøldið kl. 19.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin