Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nanna Knudsen nýggjur apotekari á Norðoya Apotekið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.11.2018 - 12:48 Tíðindi

Nýggi apotekarin á Norðoya Apotekið, Nanna Knudsen, er útbúgvin farmaseutur í 2005 frá universitetinum í Keypmannahavn – og hon hevur starvast sum farmaseutur á apoteki í 12 ár. Síðani 2007 hevur hon arbeitt í tvídeildum starvið á Eysturoyar Apotekið og Norðoya Apotekið. Áðrenn hon flutti heim í 2007, arbeiddi hon á Trekroner Apotek í Valby, har hon millum annað hevði ábyrgdarstarv sum góðskuábyrgdari.

Hon hevur eisini røkt ábyrdgarstarvið sum góðskuábyrgdari á Norðoya Apotekið, og hevur havt ein týðandi leiklut í ISO 9001 góðkenningini av Norðoya Apotekið í 2014.

Hon hevði ein virknan leiklut sum strategileiðari í strategi tilgongdini hjá Apoteksverkinum í 2013.

Í 2017 var hon við í einari spennandi royndarverkætlan fyriskipað av Heilsu- og Innlendismálaránum innan heilivágsgjøgnumgongd fyri borgarar 65 ár og eldri, ið taka fleiri enn 4 sløg av læknafyriskipaðum heilivági.

Úrslitið vísti, at tað er ein fyrimunur at nýta apoteksstarvsfólk til eitt skipað tilboð til persónliga ráðgeving um heilivág og nýtslu fyri at trykkja skynsama heilivágsnýtslu.

Nanna hevur verið leiðmennari á báðum apotekunum, og tað amboðið er nógv brúkt í samband við útbúgving av farmakonomnæmingum og fakligu menningina av starvsfólkinum í Apoteksverkinum.

Nanna Knudsen hevur víðfevnda eftirútbúgving innan farmakologi, góðsku, leiðmenning og samskiftið.

Nanna hevur verið fyribils sett sum apotekari á Norðoya Apotekið og Eysturoyar Apotekið í fleiri umførum

Nanna tekur við starvinum 01.12.2018

Landsapotekarin er setunarmyndugleiki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað
Spenningur til síðsta dyst í Føroya Tele…
Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri
Svar til Anniku S. Biskopstø - skeiv tøl
Veðrið í vikuni
Myndir frá Kórstevnuni
At knúsa grót er ikki grønt