Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársmappa, árbók og jólamerki 2018 frá Posta

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.11.2018 - 12:58 Tíðindaskriv

Jólamerki 2018

Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung. Í ár hevur Miriam Hinz teknað jólamerkini og myndevnið er kavamenn. Fimtan merki eru í arkinum.

Jólamerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo

 

Ársmappa

Kundi tú hugsað tær at keypt øll ársins frímerki skjótt og ómakaleyst? So er hetta loysnin. Í ársmappuni eru øll frímerki og smáørk, ið eru givin út í ár.

 

Árbók

Árbókin savnar allar ársins frímerkjaútgávur og saman við frímerkjunum fært tú áhugaverdu søguna aftanfyri hvørja útgávu lýsta við greinum og vøkrum myndum. 

Av útgávunum í 2018 kunnu nevnast flugur, brýr, ikonur, fleiri 100-ára hald og vakrar náttúrumyndir. Tekstirnir í hesi snøggu bók eru á donskum, týskum og enskum og hóskar bókin seg tí sera væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands. Frímerki og smáørk eru sett í lummar í árbókini.

Ársmappan og árbókin umframt aðrar vørur kunnu bíleggjast á www.stamps.fo

 

Plakat

Vakra ikonin, sum listakvinnan Astrid Andreasen hevur teknað og sum kom út sum frímerki fyrr í ár,  fæst nú eisini sum plakat.

Hendan snøgga plakatin hevur gullkant og støddin er 24 x 30 cm. Plakatin er prentað á dygdarpappír.
Hendan plakatin og aðrar jólavørur kunnu keypast á Posta og á  www.stamps.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund