Lýsing
Lýsing
Tað verður ikki talan um kvotaskipan, fiskidagaskipanin heldur fram eitt ár aftrat, hevur Høgni Hoydal fiskimálaráðharri boða frá | Mynd: Oliver Joensen

At útseta til síðstu løtu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.11.2018 - 13:51 Leiðarin Tíðindi Vinna

Í politisku skipanini tykist stoltleiki hava stóran týdning. Tí vil ongin vera tann, sum meldar út, at ein ætlan er farin fyri skeyti

Í politikki hoyra vit ofta um mál, sum mugu útsetast.Tingmál eiga í mesta lagi at liggja ein mánað í nevnd, so skulu tey hava 2. viðgerð og atkvøðugreiðslu. Men í fleiri førum er hetta vorðið útsett fyri at káva út yvir, at meiriluti ikki er fyri uppskotinum. 

Í Vinnunevndini sóu vit í fjør, at málið um veiðigjøld lá í nevnd í 5 mánaðir, frá november til apríl, og fall so burtur. Her vildi samgongan helst bert ikki útseta seg fyri eyðmýkingini at málið fall til 2. viðgerð. Í staðin fall tað fyri eini aðrari deadline, nevniliga at tingsetan endaði. Úrslitið varð tað sama, men onkursvegna var tað minni skomm at uppskotið fall av tí orsøkini enn í tingsalinum.

Yvirgongdin frá fiskidøgum til kvotur hevði eisini deadline til 31. desember í fjør, men bleiv seinastu ólavsøku longd við einum ári til nýggjár í ár. Men tá freistin at leggja uppskot fyri tingið í 2018 var farin, og mánakvøldið 12. november kom so útmeldingin um, at tað ikki verður á hesum sinni, at farið verður yvir til kvotur.

Kortini var tað ikki tann opna og erliga útmeldingin “ætlanin miseydnaðist”, sum kom. Útmeldingin er nakað í stíl við, at ætlanin hóast alt ikki er slept, einans útsett (enn eina ferð), og at Fiskimálaráðið fer at arbeiða víðari við tí. Løgtingsvalið komandi fer tí helst at verða brúkt sum grundgeving fyri, at tað fall burtur. Men inntil tá má vinnan altso halda áfram við at liva í óvissuni.

Tað er undir allan kritikk, at føroyska vinnulívið skal standa modell til hetta, at politiska skipanin í Føroyum ikki fær tikið seg saman til at melda út, hvat er galdandi. Tað vísir greitt, at vitanin um, og virðingin fyri, hvussu vinnulív er skipað, ikki er til staðar. Tá stórar broytingar skulu setast í verk, eiga tey, sum broytingarnar ávirka, at fáa eitt rímiligt skotbrá til at implementera tær og at tillaga virksemið til tær. Umfatandi broytingar, sum fáa virknað frá 1. januar, eiga ikki at verða samtyktar miðskeiðis í desember. Men júst tað hendi við fiskivinnunýskipanini, og leingi varð líkt til, at tað sama fór at at henda við kvotuskipanini.

Fiskimálaráðið sjálvt hevur heldur ikki gott av hesum. Menningarkvotur vórðu samtyktar í desember í fjør, men vórðu ikki avgreiddar fyrrenn í august í ár. Harvið kom uppskotssetarin sjálvur í rasshaft av at bíða til síðstu løtu. So skuldi man trúð, at sami feilur ikki fór at verða gjørdur aftur, men søgan endurtekur seg nú við kvotunum. Og veiðigjøldini tykjast tey flestu hava lukkuliga gloymt.

Í politisku skipanini tykist stoltleiki hava stóran týdning. Tí vil ongin vera tann, sum meldar út, at ein ætlan er farin fyri skeyti. Vit hava sæð tað við stjórnarskipanini. Deadline eftir deadline er brotin, málið er fallið burtur og lagt fram aftur. Tað er øllum kunnugt, at sjúklingurin er deyður, men ongin av læknunum vil vera hann, sum sløkkir respiratorin. Og so als ongin vil vera hann, sum kunnger tað fyri teimum avvarðandi. Tí fer stjórnarskipanin ivaleyst bara at glíða út í sandin uttan nakra formliga útmelding um, at hon er endaliga slept.

Hetta við at útseta og útseta hevði ongantíð gingið í privata vinnulívinum. Men politikararnir eru vardir av tveimum ella trimum deadlines. Bíða teir bara nóg leingi, fellir málið burtur av sær sjálvum, og harvið sleppa teir undan at missa andlit við sjálvir at viðganga, at tað ikki eydnaðist. “Saved by the bell”.

Landsstýrisfólk leggja soleiðis ófullfíggjaðar intentiónir fram, sum undirtøka ikki er fyri, og so skal fyrst fyrisitingin, og harnæst Løgtingið, brúka drúgva tíð at arbeiða við teimum, til tey at enda falla burtur av, at tingsetan ella valskeiðið endar.

Hesin arbeiðsháttur er stórt spill av dýrabærari tíð og arbeiðsorku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin