Lýsing
Lýsing
Lýsing
Malan Johansen, stjóri Landsbanki Føroya

Faktuell rættleiðing

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.11.2018 - 19:36 Tíðindaskriv

Vísandi til leiðaran hjá Norðlýsinum dagfest 12. november 2018 við yvirskriftini “Landstýrið brúkar Landsbankan til valkampanju”, er neyðugt hjá landsbankanum at koma við eini faktuellari rættleiðing.

Av leiðaranum framgongur, at Norðlýsið heldur at landsbankin avgerð hvat Moody’s kannar. Hetta er skeivt.

Landsbankin skal bert vísa á, at Moody’s er ein óheftur amerikanskur kreidtmetingarstovnur og hvørki Føroyar ella nakað annað land sleppa at avgera, hvat Moody’s kannar í sambandi við teirra kreditmetingararbeiði.

Norðlýsi skrivar soleiðis:

“...og harafturat hevði Landsbankin biðið kreditt greinarafelagið Moody’s at meta um hvønn týdning nýggja fiskivinnulóggávan fær fyri landskassan – ikki vinnuna.”

Tað er somuleiðis faktuelt skeivt at skriva at landsbankin hevur biðið Moody’s at meta um, hvønn týdning nýggja fiskivinnulóggávan hevur fyri landskassan. Tað hevur landsbankin ikki gjørt.

Tað sum landsbankin hevur gjørt avtalu við ratingfyritøkuna Moody’s um, er at kreditmeta Føroyar, tað vil siga at meta um evnini hjá Føroyum at rinda skuld aftur. Hetta er ein avtala sum gongur heilt aftur til 2008. Men tað er tað einasta landsbankin hevur biðið fyritøkuna um.

So hvørt sum Moody’s almannakunngerð sínar frágreiðeiningar, lánførismetingar, tíðinaskriv v.m. verður tað lagt út á heimasíðuna hjá landsbankanum. Link til allar frágreiðingar er at síggja niðanfyri.

https://www.landsbankin.fo/fo-fo/gjaldfoeri-og-skuld/skuld/rating-fragrei%C3%B0ingar

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar