Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barking up the wrong tree

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.11.2018 - 07:06 Leiðarin Tíðindi

Borgarstjórin í Runavík hevur umvegis facebook, ákært Klaksvíkar Kommunu fyri at “tamba” ella “útholað” kommunulógina

Ákærurnar koma í samband við at Klaksvíkar Kommunan hevur havt ein sera aktivan leiklut í byggingini av handilshølum í nýggju og stásiligu miðbýar ætlanini í Klaksvík, sum skiftandi býráð hava staðið saman um at fremja. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at Norðlýsið hevur sett ljóskastaran á byggingina í miðbýnum, so borgarar kunnu fáa meira innlit í tað, sum gongur fyri seg niðri á Sandinum, ella sum tað nú kallast á Biskupstorginum.

 

“Barking up the wrong tree”

Hóast spurningarnir, sum borgarstjórin í Runavík setur, eru bæði viðkomandi og áhugaverdir, so er adressan skeiv.

Tað er eingin ivi um at tað eru komunurnar sjálvar, sum við vælsignilsið frá landsmyndugleikunum og sokallað “komminala eftirlitinum” ið fyri langari tíð síðan hava úthola ásetingarnar í kommunulóggávuni.

Í veruleikanum eru eingi mørk fyri hvat slag av vinnuligum virksemið almennu kassarnir í Føroyum kunnu luttaka í.

Og ein áhugaverdur sputningur um ikki ásetingarnar í Kommunulógini sjálvari eisini leggja upp til júst slíkar loysnir, sum Klaksvíkar Kommuna hevur framt fyri at bláss lív í ein nýggjan miðbý í Klaksvík:

 

....§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.

Stk. 2. Kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.

Stk. 3. Áðrenn tiltak sambært stk. 1 ella stk. 2 verður sett í verk, skal kommunustýrið skrivliga boða landsstýrismanninum frá hesum....

 

Sum lógin er orðað og sum hon verður tulkað í dag er einkið sum forðar fyri, at kommunurnar luttaka í vinniligum virksemið, uttan tað at tær skulu boða landinum frá fyrst. Ásetingin um fráboðan er reint formalia um hon yvirhøvuður verður fylgd.

 Mest talandi dømi er virksemi hjá Tórshavnar Kommunu í Tórshavnar Havn. 

Í 2014- 2016 royndi Norðlýsið at lýsa søguna um “Sjóvinnuhúsið” har Tórshavnar Kommuna keypir ein gamlan bygning á kajini fyri lítið og lætt.

Síðani bygdi Kommunan eitt glashús fyri 100 mió. kr til skrivstovur hjá vinnufyritøkum í Havn. Tá tað so vísti seg at eingin áhugi var frá vinnuni, endaði søgan við at sjálvur kommunali eftilitsmyndugleikin, Føroya Landstýri, hjálpti táverandi býráð við at keypa bygningin frá kommununi, og við almennum pengum úr Landskassanum var vinnubygningurin so til endans umbygdur  til ein skúla....?

SÍ NIÐURSTØÐUNA HJÁ KOMMUNALA EFTIRLITINUM HER

 

Klaksvíkar Kommuna

Tað er tí eingin í politiska systeminum sum eigur at fáa ilt av, at Klaksvíkar Kommuna spælir við og gongur undan fyri at býur okkara skal fáa ein livandi og innbjóðandi miðbý. Men sum borgarar vilja vit hava innlit í tað, sum gongur fyri seg í samfelagnum vit liva í. Her hava baði lands- og lokalmynduleikar nógv at læra, tí vit borgarar vilja kenna upprunan og tilgondirnar til tær politisku avgerðir, sum tiknar verða.

 

Opinleiki - ein býur í Kina

18 ár eru liðin síðan søguligu samráðingarnar vóru um Føroyskt fullveldi. Men vegna skortandi vilja frá undanfarnum løgmonnum kennur borgarin einki til hvat føroysku fólkavaldu umboðini høvdu í svørtu mappunum á ferðini til Danmarkar. Hóast avgerðirnar politikararnir vegna fóki ætlaðu at fremja høvdu og framvegis hava stóran týdning fyri samfelagið, verður framvegis noktað innlit.

Við vantandi opinleikanum, sum er ráðandi í Føroyum í dag verður borgarin/veljarin hildin fyri tað turra spott.

Og skilið stendir við og versnar. Grovastu dømini seinastu árini eru Heilsumálaráðið og Fiskimálaráðið, sum beinleiðis hava verið so óhoyrt frek, at noktað at fylgt avgerð hjá Løgtingsins Umboðsmanni, tá undirritaði royndi at fá innlit í nýtsluna av kemiskum evnum í alivinnuni og at lýsa politisku tilgongdina til nýggju fiskivinnulóggávuna.

 

 

Um borgarar halda tað verða í lagið, at politiskaskipanin brúkar almennu kassarnar til at reka vinnilív, er tað eisini í fínasta lagið.

Men myrkaspælið við almennum peningi og ognum, sum vit hava upplivað í ólukkumát seinastu árini - MÁ halda uppat.

Undanfarni løgmaður segði tað so gott: Vit vilja vita, ikki gita!!

- Ella kanska eru vit nú so von við einki at vita at okkum dámar betur at gita?

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund