Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Jóannes Bjartalíð í toppformi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.11.2018 - 14:39 Ítrottur Tíðindi

(Baku) Jóannes Bjartalíð hevur ikki følt seg betri fyri í langa tíð.

22 ára gamli Jóannes Bjartalíð er við á A-landsliðnum fyri aðru ferð til undankappingardystir. Fyrru ferð var móti Andorra í 2017. Jóannes var málskjútti hjá teimum yngru undir venjing í morgun, har teir eldru tó vunnu 2-1. Og tað, at hann skoraði er kanska ikki av tilvild, tí sjálvur følir KÍ leikarin seg væl fyri júst nú.

- Eg haldi ikki eg havi verð betri fyri í longri tíð. eg havi verð nógv darvaður av skaðum í ár, men móti kapingarenda og fram til nú havi eg følt meg væl og nú merki eg einki til skaðan, sigur Jóannes Bjartalíð við Norðlýsið.

- Tað sæst, at menn eru troyttir frá gjárdegnum, har tað var nógv ferðing. Eg havi verið við landsliðnum fyrr, so nú kennir man fleiri av hesum leikarunum og ein veit áleið, hvussu alt er skipað, sigur hann.

 

 

Hugsar ikki um spælitíðina

KÍ leikarin hevur tó ikki sett nakað mál um at fáa sínar fyrstu minuttir á landsliðnum á hesi ferðini, har Føroyar møta Aserbadjan og Malta.

- Eg taki tað sum tað kemur. Eg havi ikki sett mær nakað krav um spælitíð, tí hetta er bara aðru ferð eg eri við. Tað hevði verið stuttligt at fingið nakrar minuttir. Men tað ræður fyrst og fremst um at býta seg fastan í hópinum, nú ein er komin innum, sigur Jóannes Bjartalíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…