Lýsing
Lýsing
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen - føroysku vónirnar í Runavík Open. | Mynd: faroechess.com

Trongt í toppinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.11.2018 - 13:57 Ítrottur Tíðindaskriv

Í dag verður farið undir fimta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll.

28 telvarar eru við - helvt um helvt føroyingar og útlendingar. Átta útlendskir stórmeistarar eru við í kappingini. Flestu av teimum eru ættaðir úr londum í fyrrverandi Sovjettsamveldinum. Fremstir við 3½ stigum hvør eftir fýra umfør eru stórmeistarnir Vasily Papin úr Russlandi og Oleg Korneev, sum er úr Russlandi, men býr og umboðar Spania.

Síðani eru fimm telvarar javnir á triðja plássi við trimum stigum hvør. Her finna vit tveir føroyingar, Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Heiðrik Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag. Høgni hevur vunnið tveir av føroysku telvarunum og telvað javnt móti tveimum av útlendingunum. Annar er ukrainski stórmeistarin Vitaly Sivuk, sum sjálvurannar hevur hægsta styrkitalið í kappingini, hin er íslendski  altjóða meistarin Gudmundur Kjartansson, sum vann fyrstu Runavík Open kappingina í 2016. Heiðrikur Jacobsen hevur fingið síni trý stig móti føroyskum telvarum.

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur 2½ stig, men hevur telvað móti tveimum stórmeistarum. Í gjár fekk hann flott remis móti Vadim Malakhatko, sum er ein av teimum sterkastu telvarunum í kappingini. Hann er ættaður úr Ukraina, var á ukrainska landsliðnum, sum vann gull í HM fyri landslið í 2001, men seinastu tíggju árini hevur hann umboðað Belgia, har hann nú býr. Malakhatko vann í 2006 sterku Politiken Cup kappingina í Danmark.

 

Spennandi dystir í dag

Byrjað verður at telva í dag klokkan 17.00. Høgni Egilstoft Nielsen, sum stríðist fyri sínum síðsta IM-normi, skal við svarta fólkinum royna seg móti Vasily Papin úr Russlandi, sum er annar av oddafiskunum. Heiðríkur Jacobsen fær seg eisini royndan; hann skal í holtur við ukrainska stórmeistaran Vitaly Sivuk. Rógvi Egilstoft Nielsen hevur í dag svarta fólkið móti Gudmundi Kjartanssyni úr Íslandi.

Eins og undanfarin ár er stórur munur á telvarunum í kappingini. Frammi í oddanum eru stórmeistarar, í hinum endanum ungir føroyskir telvarar við fáum árum á baki. Onkursvegna brotnar kappingin tí av um tvøran. Sum áður nevnt eru føroysku topptelvararnir ógvuliga illa umboðaðir í kappingini. Bara tveir av fremstu fjøruti telvarunum á føroyska styrkilistanum eru við - brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen. Báðir spæla fyri IM-normum. Einasti føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er ikki við. Eftir styrkitølunum er hann javnsterkur við teir bestu av útlendsku stórmeistarunum í kappingini.

Kappingin endar sunnudagin. Í dag og í morgin verður byrjað klokkan fimm, leygardagin eru tvinnanda umfør á skránni; fyrst klokkan 10 og síðani aftur klokkan 17. Níggjunda og seinasta umfar er sunnudagin, og tá verður byrjað klokkan 14.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin