Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndina hevur Pól Huus Sólstein fingið til vega

Pól Huus: Avreiðingarvirði minkað við 450 mió. kr.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2018 - 21:31 Politikkur Tíðindi Vinna

Stjórin á North Pelagic leggur eftir Paula Trond Petersen, tingmanni fyri Tjóðveldi á sínum facebook vanga. Høvið er avreiðingarvirðið, ið Pól Huus Sólstein sigur er minkað og ikki vaksið undir sitandi samgongu

Pól Huus Sólstein skrivar soleiðis á sínum facebook vanga í dag.

 

Hoyrdi av tingsins røðarpalli Tjóðveldistingmann úr Norðtreymoy tosað um hvussu nógv avreiðingarvirði var vaksið undir sitandi samgongu. Kendist ikki við tølini, so gjørdi mær tann ómak at hyggja inn á Vørn. Tók allar avreiðingar síðan 2008 og setti tey inn í eitt skema, soleiðis tølini eru lættari at lesa. Her er sjón fyri søgn. Avreiðingarvirði undir sitandi samgongu hevur mest sum staði í stað, og fyrstu 11 mánaðirnir í ár, í mun til 2017 er avreiðingarvirði minkað við 450 mill kr. Jú tú las rætt. 450 mill kr!!!!!


Er tað so trupult at fyrihalda seg til ein sannleika, sum i hesum førum eru tons og kr. Ella er tað so, at summi lúgva so leingi tey sjálv trúgva uppá tað? Hann sum ikki trýr hesum, er vælkomin at fara inná Vørn (www.fve.fo) og Hagtøl. Herundir er ein bjálki sum eitur Veiða sambært avreiðingarseðli. Herundir kunnu veljast tíðarskeið og nøgd ella kg.

Og tit eru vælkomin at deila hesa staðfesting!
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark