Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lív og lagna á Líðini í Rituvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.11.2018 - 23:49 Mentan Tíðindaskriv

Hóskvøldið, hin 22. november kl. 19:30, verður bókaframløga á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi. Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin.

Søgan um systkini í Rituvík, sum komu í Guinness-metbókina, er nú skrivað. Hilmar Jan Hansen, tíðindamaður, reportari og so mangt annað, væl kendur í Føroyum og slektaður úr grannabygdini Runavík, hevur skrivað bókina, og Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen í Vestmanna hevur fyrireikað útgávuna og givið bókina út.

Elsebeth og Magnus Olsen, vanliga róptur Magnus í Rituvík, kendur skipari í samtíðini, áttu 12 børn. Í juli mánaði 2012 vóru tey øll uppi á døgum og rundaðu tilsamans tey túsund árini. Hendan stórhending rakk til at verða feld inn í metbókina hjá Guinness.

Fimm ár seinri – 9. juli 2017 - er høvundurin staddur í Vestmanna. Í kirkjuni har hann leikar á urgu. Hendan sunnumorgunin hittir hann Jaspur Olsen, eitt av systkjunum, ið loysir av sum deknur hendan dagin. Teir koma í prát, og sum Hilmar Jan skrivar í formælinum: ”Hugsi beinanvegin, at hugaligt er at síggja Jaspur aftur í roynda leiklutinum, og hann brosar eitt sindur, tá ið vit hyggja hvør upp á annan, hóast eygnabráið samstundis boðar frá, at hann hevur okkurt meira upp á hjarta enn bara at biðja góðan morgun. So hyggur hann fastliga inn í eyguni á mær, andar inn og letur meg vita, hvat mest av øllum fyllir hansara hug og sinni hesa morgunstund.”

”Vit vóru tólv, men nú eru vit ellivu. Í morgun fekk eg boðini, at Maggi bróðir var farin.” Níggju dagar seinri bórust deyðsboðini av Mary – systrini.

Frammanundan hesum hevði Durita Tausen, dóttir Amy, eitt av systkjunum, sum var gift Svenningi, sála, spurt seg fyri, um Hilmar Jan kanska kundi verið áhugaður í at skriva søguna um systkini á Líðini, systkini við heimsmetinum, - tíbetur tók hann av.

 

Framløgan verður í matstovuni á Ellisheiminum og skráin er hendan:

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur nøkur orð.
Jonhard Mikkelsen, forlagsstjóri, sigur nøkur orð.
Durita Tausen, dóttir eitt av systkjunum, sigur nøkur orð.
Kór Glyvra Kirkju syngur 2-3 sálmar/sangir
Jaspur Olsen, eitt av systkjunum, sigur nøkur orð.
Hilmar Jan Hansen, rithøvundur, greiðir frá verkætlanini at fáa søguna um systkini skrivaða í bók.
 

Onkur sangur verður sungin, kaffi og køkur vera at fáa og møguleiki er eisini fyri at keypa bókina hetta kvøldið. Bókin, sum fer at kosta 298 krónur, fæst fyri serprísin - 250 krónur – framløgukvøldið, og ivaleyst fer tað at bera til at fáa signaturin frá høvundinum, táið hann nú er staddur í heimbygdini kortini.

Runavíkar kommuna, Føroya Stiftsstjórn, Framherji og Nes kommuna hava stuðlað útgávuni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!