Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menningarkvotur í gráum kálvskinni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.11.2018 - 09:26 Leiðarin Politikkur Vinna

Í Útvarpi Føroya frættist, at longu nú, bert 3 mánaðir eftir at tær vórðu útskrivaðar, livir knøpp helvtin av teimum, sum fingu menningarkvotu, ikki upp til krøvini um tær. Sambært Útvarpinum hevur onkur fingið boð um, at teirra menningarkvota verður inndrigin (bíðað verður tó eftir eini svarfreist), meðan onnur hava ætlanarskriv um, at ætlanin er at draga teirra inn eisini.

Fuglafjørður er eftir øllum at døma tað plássið í landinum, sum higartil hevur fingið mest virksemi burturúr menningarkvotunum, uttan at ein einasta kvota er útskrivað til nakran í Fuglafirði. Vestmanna Seafood, Delta Seafood, Vørustíggjur og Steintór og TG-Fish hava nevniliga øll landað stóran part av sínum kvotum í Fuglafirði. Hetta ger, sambært Vørn, at tey ikki liva upp til treytirnar fyri at fáa menningarkvotu.

At síggja til er Vestmanna Seafood tað felagið, ið sleppur lættast, ið hvussu er í fyrstu syftu. Har eru tey biðin um at geva eina frágreiðing. Fiskimálaráðið er meira hvassorðað, tá tað skrivar í brævi til Delta Seafood at “Landingar, sum í so stóran mun eru framdar uttanfyri økið, ið umsókn og avgerð eru grundaðar á, eru nýggir faktuellir upplýsingar av stórum týdningi fyri avgerð um at lata menningarkvotu til tykkum fyri 2018. Vísandi til hesar umstøður er ætlanin at taka tilsøgnina aftur at fiska menningarkvotu í 2018.”

P/F Vørustíggjur í Húsavík hevur fingið eina viku at fáa viðurskiftini í rættlag, annars verður menningarkvotan tikin innaftur. Verst stendur tó til hjá TG-Fish og Steintóri. Har hevur Fiskimálaráðið gjørt av at taka kvotuna, men hevur kortini givið felagnum freist til 21. november til at svara uppá ætlanarskrivið.

Soleiðis er líkt til, at umleið helvtin av menningarkvotunum hevur verið sum at borið sand til Sahara. Menningarkvoturnar skulu upprunaliga latast har, sum atgongdin til fiskatilfeingið var avmarkað, og til pláss við stórum arbeiðsloysi ella fólkafráflyting.

Sambært ALS og Hagstovuni er arbeiðsloysið í Eysturoyar Sýslu tað allarminsta í landinum, har 33 fólk av 10.925 eru arbeiðsleys, svarandi til 0,3%. Somuleiðis er helst meira fiskivinna í Eysturoyar Sýslu enn í nakrari aðrari sýslu í Føroyum. Og Eysturoyggin er eisini tað økið í Føroyum, har fólkatalið veksur skjótast.

Kortini hava menningarkvoturnar givið Eysturoynni nógv virksemi afturat. Tað er sjálvandi gott fyri Eysturoynna, men hetta samsvarar hvørki við lógartekstin, viðmerkingarnar ella intentiónirnar aftanfyri menningarkvotur ella lógina um sjófeingi. Og tað merkir sjálvsagt eisini, at minni virksemi verður í økjunum við lítlari atgongd til sjófeingi og í økjunum við nógvum arbeiðsloysi og fráflyting.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…