Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: B36.fo

Klaksvíkingar skulu læra B36 at spæla fótbólt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.11.2018 - 10:20 Ítrottur Tíðindi

Enn ein klaksvíkingur er settur sum venjari hjá B36. 

Allan Tungá er settur sum 1.deildarvenjari hjá B36. Hann er ein av fleiri í røðini av klaksvíkingum, sum skulu venja B36 í 2019.

 

1.deild: Allan Tungá

U17: Oddbjørn Joensen

U15: Jón Simonsen

Høvuðsungdómsvenjari: Símun Joensen

 

B36 skrivar soleiðis:

Allan Tungá er settur sum venjari hjá 1. deild monnum hjá B36

 

Allan er 32 ára gamal og kemur saman við einum góðum toymi at hava ábyrgdina av 1. deild
Annað lið hjá B36 vann sær fyrr í ár uppflyting í 1.deild og ynskir felagið at stabilisera seg har.

 

Sum leikari kenna vit Allan sum ein hart arbeiðandi verjuleikara úr B71, har hann hevur leikt nógvar dystir í bestu deildini.

Allan er komin heimaftur á klettarnar eftir at hava nomiđ sær ùtbugving sum lærari og fysiskur venjari í Odense.
Eisini hevur hann bagrund frá herinum.

Allan kemur eisini at hjálpa Jóhan Hofgaard við fysiska partinum í felagnum og sjálvandi á sínum egna liðið.

 

Nevnast kann at Allan er bróður 1.deildarvenjaran hjá KÍ, so tað kemur nógv at standa uppa spæl tá B36 og KÍ fara at hittast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…