Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost keypt fóðurskip frá JT electric

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.11.2018 - 15:21 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Fyrr í vikuni kom fóðurskipið “Teistaklettur” inn á Vágsfjørð. Talan er um eitt 75m langt fóðurskip, sum Bakkafrost hevur keypt frá JT electric til aliøkið í Hovsfirði.

Fóðurskipið rúmar 800 tonsum av fóðri, og er útgjørt við nýmótans fóðringskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali.

- Vit eru errin av at hava veitt Bakkafrost tvey fult útgjørd fóðurskip í ár, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Stórar verkætlanir sum hesar hava sera stóran týdning fyri okkum, tí tær menna okkara starvsfólk og styrkja okkum í altjóða kappingini.  

Umbyggingin av skipinum varð gjørd á eini skipasmiðju í Póllandi, har starvsfólk úr Føroyum hava leitt og gjørt partar av arbeiðinum. Stóri parturin av tøknini er framleiddur á Kambsdali og síðan ísettur í Póllandi.

- Okkara starvsfólk hava lagt stóra orku í hesa verkætlan, og vit fegnast um, at vit kundu lata fóðurskipið til Bakkafrost ein mánað áðrenn tíðarfreistina, sigur Suni Justinussen.

Á JT electric starvast 32 fólk, og fyritøkan er ein heildarveitari av tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB