Lýsing
Lýsing
Lýsing

Moody’s mælir ikki til kvotaskipan, staðfestir Moody’s

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur  |  16.11.2018 - 21:17 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í telduposti til undirritaða váttar høvundurin á frágreiðingini hjá Moody’s, at frágreiðing teirra ikki tekur støðu til spurningin um kvotaskipan. Heilt ítøkiliga svarar Harald Sperlein, undirstjóri í Moody’s soleiðis:

“We do not advice on a certain system, nor do we recommend a certain system. What we do in this report is to describe the effect that we see (from the discussed fishing reform) to the credit profile of the government.”

Í telduposti til Moody’s vísti eg á, at kjak hevur tikið seg upp í Føroyum, har víst verður til frágreiðing teirra sum ein myndugleika í spurninginum um val ímillum fiskidagaskipan og kvotaskipan. Og at eg sjálvur helt hetta vera at tamba niðurstøðurnar í frágreiðing teirra. Til hetta svarar Harald Sperlein:

“You  are right, that this is not the way how this report should be seen.”

Mín áhugi fyri frágreiðingini hjá Moody’s bleiv kveiktur mánadagin í hesi vikuni, tá Árni Gregersen, journalistur, ringdi til mín fyri at fáa nakrar viðmerkingar til frágreiðingina í tíðindunum á FM1 kl 17 mánadagin. Yvirskriftin í tíðindaskrivi frá Landsbankanum um frágreiðingina ljóðaði: “Moody’s: Kvotaskipan jalig fyri kreditvirði”.

Í samrøðuni við Árna greiddi eg frá, at frágreiðingin hjá Moody’s ikki tók støðu til spurningin um kvotaskipan mótvegis fiskidagaskipan. Tvørturímóti viðgjørdi greiningin meira yvirskipaðar spurningar sum týdningin av eini burðardyggari røkt av fiskastovnunum og fleiri inntøkur til landskassan frá fiskivinnuni. Tí undraði eg meg eisini yvir, at Landsbankin í tíðindaskrivi sínum hevði valt at vinklað yvirskipaðu frágreiðingina hjá Moody’s á eldfima spurningin um kvotaskipan. Ein vinkul, sum er blivin endurgivin á øllum tíðindaportalum í landinum, umframt at landsbankastjórin bar sama boðskap í tíðindasending Kringvarpsins á døgurða mánadagin.

Í almennari viðmerking til samrøðu mína við FM1 fanst Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, at Miðlahúsinum fyri at biðja meg greiða almenninginum frá um frágreiðingina hjá Moody’s. Ingolf heldur, at “… skal nakar tulka, so mugu tað vera fólk frá Moody’s.” Tað gav mær íblástur til at biðja Moody’s sjálvi greiða frá niðurstøðunum í teirra egnu frágreiðing.

Nú skuldi tann tulkingarspurningurin verið avgreiddur.

 

Tórshavn, 16. november 2018

 

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld