Lýsing
Lýsing

Skulu føroyingar bara ganga á betongi og asfalti?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.11.2018 - 16:24 Politikkur Tíðindaskriv

Brot úr røðuni hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri fólkaflokkin, á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í Salt í Drelnesi leygardagin 17. november.

Seinast vil eg koma inn á rættin hjá okkum føroyingum, altso føroyingum at ganga í haganum.

So vítt eg minnist, hava føroyingar altíð kunna farið túr í hagan uttan trupulleikar, og kunnu tað flestastaðni enn, men ikki allastaðni. Orsakað av øktu ferðavinnuni og økta áhuganum hjá føroyingum seinastu árini at ganga í føroysku náttúruni, er hetta tó broytt og fleiri og fleiri ognarar, bøndir og festarar vísa sína ónøgd við at fólk ganga í teirra  haga .

Hetta við heimild í girðingarlógina frá 1937, sum ásetur, at ongum er loyvt at fara í hagan uttan fyrst at spyrja um loyvi, um gingið verður uttanfyri bygdagøturnar. Nakrir eru eisini farnir at krevja pengar frá fólki fyri at ganga í náttúruni.

Eg vil her kastað nakrar bóltar upp og spyrja um fólkaflokkurin tekur undir við, at føroyingar í framtíðini fyri tað mesta skulu halda seg á betongi, asfalti, og um teir fara út um býarhegnið, so skulu teir fyrst hava loyvið til tað frá bøndrum, ognarum og røktingarmonnum.   

Til ein hagatúr kann verða neyðugt við  alt frá 1 og upp til yvir 20 loyvir, alt eftir hvussu nógvar hagar tú skalt ígjøgnum.

Og tekur fólkaflokkurin undir við, at føroyingar skulu gjalda fyri at fara túr í hagan? Metir fólkaflokkurin hesa ásetingina frá 1937 um gonguloyvi í føroysku náttúrini framvegis at vera tíðarhóskandi, ella skulu vit dagføra hana?   

Vænti hetta verður eitt evni til komandi løgtingsval, og eg haldi, at veljarar eiga at vita, hvar fólkaflokkurin stendur her.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin